6W3A6111

Aðalfundur hjá CP Føroyum

Tað gleðir okkum at bjóða tykkum til aðalfundin hjá CP Føroyum hósdagin 23. mai kl. 19.00 í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn. Atgongd er gjøgnum inngongd D, sum er ovasta inngongdin frá vegnum.

Signar Hilmarsson frá Parasport kemur at hava eina framløgu við yvirskriftini “Paraítróttur og rørsla”, har hann fer at greiða frá, hvussu týdningarmikil rørsla er, hvat Parasport er, og hvat tey kunnu bjóða limunum í CP Føroyum.

Annars verður skráin sambært viðtøkunum. Eisini verður ein drekkamuður og hugnaligt prát.

Møtið fjølment.

Vinaliga
Nevndin í CP Føroyum

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.