459390721_832512022336998_9211216754070150003_n

CP á breddan í Føroyum!

Fyrilestur við Caspar Eric, sum hevur Cerebrala Paresu, er yrkjari og aktivistur fyri tey, ið bera brek.

Caspar Eric gav fyrsta yrkingasavnið 7/11 út í 2014 og hesum á baki eru fleiri yrkingasøvn komin úr hansara hond. Hann hevur cerebrala paresu sum avleiðing av at vera føddur ov tíðliga – eitt brek, sum hann lýsir í fleiri av bókum sínum, m.a. Nye balancer – Handicapdigte frá 2023.

Umframt bókmentavirðislønir, hevur hann vunnið Helene Elsass virðislønina í 2022 fyri leiklut sín sum fyrimynd og fyrisprákari fyri fólk við Cerebrala Paresu.

CP Føroyar fegnast um vitjanina hjá Caspar Eric í Føroyum, og vit viðmæla øllum føroyingum at fara í Norðurlandahúsið at lurta eftir honum hóskvøldið 3. Okt kl.17. Les meira á Facebook-tiltakinum niðanfyri.

https://facebook.com/events/s/ein-breka%C3%B0ur-heimur-/1712944122793472