FSF Børn við CP 1638x2048px

Fótbóltsvenjing fyri børn og ung við CP

FSF og Parasport Føroyar bjóða til fótbóltvenjing til børn og ung við CP. Tiltakið verður á Tórsvølli sunnudagin 1. okt kl 13 til 14 .

Málbólkarnir eru børn 6-14 ár og ung 15-25 ár ið hava CP, GMFCS 1 og 2 (tey ið klára at ganga).

Luttakararnir verða býttir upp í aldursbólkar og verða venjingarnar tillagaðar aldursbólkin og førleikan.

Tiltakið er ókeypis, og treytað av nóg góðari undirtøku.

Tey, ið ynskja at luttaka verða biðin at senda t-post til christina@football.fo ella parasport@parasport.fo í seinasta lagi hósdagin 28.september kl. 20.00.

Luttakarar eru vælkomnir at taka systkin ella vinfólk við.