_QQL5729

Temadagar fyri foreldur

CP Føroyar, Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið hava avgjørt, at í 2022 skal serligt fokus setast á førleikamenning í samband við habiliteringina hjá børnum við Cerebralari Paresu. Tí er eitt samstarv sett í verk við Elsass Fondin í Danmark, hvørs endamál er, at betra um kvalitetin og samanhangin í habiliteringsinnsatsinum.
Elsass Fondurin, sum er ein granskingar- og vitanardepil fyri menniskju við CP, kemur tí til Føroyar og bjóðar temadagar til fakfólk og familjur í mai og novembur 2022.

Tilboðið koyrir á tveimum sporum:

  • Førleikamenning til fakfólk gjøgnum temadagar og workshops um nýggjastu vitanina innan CP og neurohabilitering. Talan er um 4 heilar dagar í 2022. Les meir um temadagar fyri fakfólk her
  • Eitt familjutilboð við 2 temadøgum fyri foreldur og einum aktivitetsdegi fyri alla familjuna, umframt møguleikan fyri familju-uppihaldi í Elsass Fondinum í Danmark. Byrjað verður við einum temadegi 31.05.22 og endar við einum temadegi 01.11.22 og aktivitetsdegi 02.11.22

Hetta er eitt ókeypis tilboð og temadagarnir fyri familjur vera í hølum í Hotel Hafnia. Trýst á knøttarnar niðanfyri fyri at lesa innbjóðing og program fyri temadagarnar og aktivitetsdagin.

Hava tit hug at luttaka á familjutilboðnum, kunnu tit senda ein teldupost á cp@cp.fo í seinasta lagið 10.05.22. Hava tit spurningar kunnu tit seta tykkum í samband við CP Føroyar á cp@cp.fo ella Maj-Britt Christensen hjá Elsass Fondinum á tlf. +4522616769/ mbc@elsassfonden.dk