Eksekutivar funksjónir (Fyrisitingarfunksjónir)

Summi børn við Cerebralari Paresu hava trupult við at orða eitt mál og arbeiða strategiskt og skynsamt ímóti tí. Orsøkin kann vera niðursettar eksekutivar funksjónir av ymsum slag og í ymiskum vavi. Eksekutivar funksjónir kunnu í myndast at vera ein fundarstjóri ella orkesturleiðari, sum skal stýra ávísar sansir og førleikar, samstundis og neyvt, so tú fært útinnt, tað, sum tú ætlar.

Avbjóðingar

Tá mann hevur hesar trupulleikarnar, kann tað millum annað merkja, at mann fær sera nógv ella sera fá hugskot.

Tað kann vera ringt at koma í gongd, og tí kann barnið tykjast passivt og hava trupult við at taka stig til nakað. Tað verður ofta farið skeivt av hesum, og hildið verður at barnið ikki er áhugað í einum evni eller er dovið.

Planlegging

Summi kunnu hava trupult við at leggja tíðina til rættis. Fyri tey er tað til dømis ringt at vita, nær mann skal fara í gongd við at gera deiggið fyri at fáa nýbakaðar bollar til eitt ávíst tíðspunkt. Tað kann vera trupult at hava ordan í skápinum, skúlataskuni, í skriviborðinum o.s.fr. Fyri onnur er tað harumframt trupult at minnast fleiri ting í senn, at “hava fleiri bóltar í luftini”, at minnast avtalur sum koma, at keypa inn uttan innkeypslista – og barnið gloymir kanska, hvat tað júst er farið eftir.

Ger eina “uppskrift”

Um barnið hevur trupult við at leggja eina ætlan, er tað týdningarmikið at býta sjálvt einfalda uppgávur upp í minni partar. Tað vil siga, at man, møguliga saman við læraranum, ger ein “uppskrift”, hvussu man skal fara í holt við eina uppgávu. Í sambandi við eina sjávstøðuga uppgávu kann tað t.d. vera:

  1. At læra vegin til bókasavnið
  2. Tá vegurin er lærdur, so hvar bøkurnar liggja á bókasavninum
  3. Tá tað er lært, hvussu mann lænir eina bók
  4. Hareftir: hvørjar bøkur eru viðkomandi, og í hvørji raðfylgju tær skulu lesast o.s.fr.