Hugsavning og uppmerksemi

Ein vanligur kognitivur trupulleiki fyri nøkur børn er avbjóðingar við uppmerksemi og hugsavning. Tað merkir, at barnið letur hugsanirnar reika, steðgar upp ella fremur tankalop, sum onnur børn ikki kunnu fylgja. Tað kann verða, at barnið missur tráðin, og tað tykist sum um, at barnið ikki lurtar, og kanska ofta spyr um at fáa ting endurtikin. Nøkur vilja uppliva atferðina hjá barninum sum nasadjarvt, og tí er tað týdningarmikið, at til dømi lærararnir í skúlanum vita, at atferðin skyldast, at hann ella hon hevur trupult við at halda uppmerksemi.

Hjálp til at halda hugsavningina

Um barnið hevur trupult við at halda hugsavningina og uppmerksemi, kann mann t.d.:

  • Seta ein skerm upp í flokkinum, so barnið ikki letur seg órógva av vinunum, tá uppgávur skulu loysast
  • Síggja til ikki at órógva barnið óneyðuga tí so er vandi fyri, at barnið gloymir, hvat tað var í holt við
  • Síggja til at fáa eygnasamband við barnið, tá boð verða givin til øll í flokkinum, t.d. við at leggja eina hond á økslina á barninum.
  • Geva stutt, greið og einføld boð