Sekventiellar funksjónir (Raðfylgnar funksjónir)

Nøkur børn við kognitivum trupulleikum hava trupult við teimum sekventiellu funksjónunum. Um so er, so hevur barnið trupult við at skilja og brúka upplýsingar, sum hava við raðfylgju at gera. Tað kann til dømis verða trupult at lata seg í klæðir í rættari raðfylgju og at gera mat uttan uppskrift. Nógv við hesum trupulleikunum hava harumframt trupulleikar við talraðnum, at falda við stórum tølum, stava og lesa long stavilsir og at skilja og greiða frá orsøk – ávirkan (“so hendi tað fyrst, síðan tað og so endaði tað við…”). Summi hava eisini trupult við at fortelja eina samanhangandi søgu í røttu raðfylgju.

Greið frá raðfylgjuni

Um barnið hevur trupult við raðfylgjum, er tað eitt gott hugskot at hava eitt yvirlit, sum vísir í hvørji raðfylgju ein hending við fleiri liðum skal gerast. Um barnið t.d. skal gera mat, krevst ein meira greinilig lýsing enn ein vanlig matuppskrift.