Perceptuellar funksjónir (Sansingarfunksjónir)

Perceptión handlar um at fáa meining av tí, sum sansirnir siga okkum í heildum og smálutum, og tað kann vera trupult hjá summum børnum við kognitivum trupulleikum. Tað kann geva trupulleikar í mun til at kenna myndir og andlit aftur, at síggja mun á myndum sum líkjast og at finna smáar lutir á myndum við nógvum ymiskum lutum á. Fyri børn við hesum trupulleikunum kann tað sum heild verða trupult at lesa eina mynd ella støðu av og skilja týdningin.

Sosialar støður og perceptión

Fyri nøkur børn merkir tað, at tey kunnu hava trupult við at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í sosialum støðum, og at tey reagera uppá týdningarleys ting. Fyri onnur er tað harumframt trupult at hoyra mun á einsljóðandi orðum, at ætta seg eftir ljóðum og at binda ljóð og hendingar skjótt og sikkurt saman. Perceptuellir trupulleikar kunnu eisini hava týdning fyri lesiførleikan hjá barninum.

Dømi: Rundsýning á spæliplássinum

Um barnið hevur trupult við at skapa eitt yvirlit, kann barnið hava trupult við at síggja t.d. eitt hol í jørðini, sjálvt um einki bilar sjónini. Og um eitt barn eina ferð er dottin um ting, tí tey ikki vóru sjónlig fyri barnið, verða nýggj støð ótrygg. So tá man skal inn á eitt nýtt spælipláss, skulu einstøku lutirnir á spæliplássinum gjøgnumgangast saman við barninum, sum um barnið var sjónveikt. Greið t.d. frá, at “her er reiggjan” og “her er bleytt gras, so her fært tú ikki so ilt, um tú dettur”.

Við at greiða frá um alt spæliplássið gevur tú barninum dirvi at spæla og renna runt sum onnur børn. Hetta skal gerast øll støð, sum eru nýggj fyri barnið.