_P0A9966

Myndir frá móttøkuni í MEGD húsinum

Fríggjadagin 11. juni 2021 var móttøka í MEGD húsinum í samband við navnabroyting, grafiskan samleika og nýggja heimasíðu hjá CP Føroyar. Til tiltakið tosaðu Katrin Jacobæus, forkvinna í CP Føroyar, Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, Uni Rasmussen, tingmaður, Gurði Larsen, kassameistari í CP Føroyar og mamma at barni við CP, og Poula Reinert Olsen, mamma at tannáringi við CP. Rógvi Odvørson sang eisini.

Eini 50 fólk vóru møtt upp, millum annað avvarðandi, politikkarar, fakfólk og frá øðrum sjálvbodnum felagsskapum.

Niðanfyri er myndir frá tiltakinum. Erla Rajani Ziskasen tók myndirnar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.