Arbeiði

Tað er eitt mál hjá nógvum ungum og vaksnum við Cerebralari Paresu at fáa eitt arbeiði. Eins og øll onnur ynskja tey flestu vaksnu við cerebralari paresu at verða ein partur av arbeiðslívinum við starvsfelagum, og tí frælsi tað gevur at vinna sín egna pening.

Tað er týdningarmikið at tú – uttan mun til arbeiðsslag – ert varug/ur við og tekur hædd fyri bæði tínum kropsligu og kognitivu avbjóðingum. Nógv fólk við cerebralari paresu hava tørv á einum ella øðrum slagi av stuðli fyri at kunna røkja eitt arbeiði. Vavið av teimum kropsligu avbjóðingunum er treytað av atkomuviðurskiftunum á tí ávísa arbeiðsplássinum. Ert tú koyristólsbrúkari, kunnu tillagingar verða neyðugar – og hevur tú aðrar kropsligar trupulleikar, so skulu teir sjálvandi loysast.

Eru avbjóðingarnar av kognitivum slagi, so kann tað eisini ávirka tínar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Tí er tað týdningarmikið, at tú hevur eitt yvirlit yvir tínar sterku og veiku síður. Um tú ikki longu hevur eina neuropsykologiska greining, so kundi tað verið eitt gott hugskot at fingið kanningina gjørda. Tað kann geva tær týdningarmikla vitan og svar á nøkrum av teimum avbjóðingunum, tú kanst møta í arbeiðnum – og tað letur møguleikar upp fyri at arbeiðsplássið kann taka neyðug atlit. Her kanst tú lesa meira um neuropsykologiska kanning.

Vegirnir til arbeiðsmarknaðin kunnu verða nógvir. Men ofta verður kommunan drigin inní. Tað vil vanliga verða týdningarmikið, at avbjóðingarnar í arbeiðnum, sum fylgja av brekinum, verða kannaðar gjølla. Eisini teir kognitivu partarnir av brekinum, so mann saman við starvsfólkinum í kommununi kann meta um, hvørjar av teimum kompenserandi skipanunum, kundu verið viðkomandi fyri teg. Tað kann t.d. vera flekstíð, ísbrótaraskipanin, mentorstuðul, arbeiðsmarknaðarkompenserandi skipanir við fleri.