Frítíðarvirksemi

Ein partur av at vera ungur er at vera virkin og koma til sosial tiltøk.

Evt ABC fyri góðari sálarheilsu: ver virkin, hugbundin, saman. Góð ráð frá fólkaheilsuráðnum: https://www.folkaheilsa.fo/salarlig-heilsa/abc

  • VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.
  • VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av
  • VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.

Í Føroyum eru nógv ymisk støð og tiltøk at fara til. Tiltøk, ið kunnu menna førleikar innan ymiskt og sum geva eitt stað at vera saman við øðrum. Tó so kann títt brek gera, at serlig atlit mugu takast, t.d við hvussu atkomumøguleikarnir eru og um tú hevur tørv á hjálp til eitthvørt.

Góð ráð eru, at tú metir um, hvørt tú fær verið við og evt. tosar við tey, ið standa fyri, um tú ert í iva, um tú fær luttikið og hvat møguliga skal til, fyri at tú fært sum mest burturúr.

Hugskot til virksemi eru m.a:

Kvøldskúlavirksemi

Kvøldskúlin er fyri øll og er eitt gott stað, at vera virkin, hugbundin og saman um ymiskt. Fólk við CP eru ymisk, men møguliga má metast um, um tað er tørvur á tillagingum ella hjálp, fyri at ein kann luttaka til okkurt tilboð.

Á sínum lista yvir lærugreinar hevur kvøldskúlin eisini ofta tiltøk, ið serliga eru ætlaði fólki við serligum avbjóðingum. Har kunnu m.a vera tiltøk ætlaði rørslutarnaðum og tiltøk ætlaði menningartarnaðum.

Tú kanst fylgja við tá ymisku kvøldskúlarnir leggja teirra skráir út fyri tiltøk.

Ítróttur

At íðka er gott fyri heilsuna og gevur eitt sosialt umhvørvi. Eisini fyri fólk við CP.

Kanna í tínum nærumhvørvi, hvørji ítróttargreinar hava venjingar og hvørjum tú møguliga fær luttikið í og hevur áhuga fyri.

Harumframt er felagið ”Parasport Føroyar”, ið veitir ráðgeving og skipar fyri tiltøkum, sum fólk við ymiskum avbjóðingum kunnu íðka. Á heimasíðuni siga tey m.a at Parsasport Føroyar virkar fyri inklusión, og er ynskiligt at tey kunnu luttaka í venjingum og kappingum í teirra lokalu feløgum umframt, at tey kunnu luttaka í virkseminum hjá Parasport. Ítróttarráðgein kann ráðgeva um feløg í tínum umráði, ið hóska til tín tørv og ynski at íðka.

www.parasport.fo