Tannáringar og kognitivir trupulleikar

Teir kognitivu trupulleikarnir kunnu eisini geva avbjóðingar, tá barnið verður tannáringur. Øll børn, uttan mun til um tey bera brek ella ikki, hava tørv á at verða loyst frá foreldrunum og menna sjálvbjargni.

Tannáringaár

Tá barnið verður tannáringur sprettir ein heilt natúrligur tørvur á at gerast meira sjálvbjargin og klára tingini sjálvt. Tess meira tú veitst um kognitiva føri hjá barninum, tess betri kanst tú stuðla menningini hjá barninum og seta viðkomandi og hóskandi krøv.

Virðing

Hav virðing fyri orsøkunum til, at barn títt kanska hevur trupult við at minnast, blívur troytt meðan vaska verður upp ella í skúlatingunum ella kemur ov seint heim. Eisini sjálvt um kringumstøðurnar, familja og vinir siga, at tú er ov umsorganarfull/ur. Tú ert sum foreldur tann, sum kennir barnið best og teir avmarkingar og møguleikar barnið hevur.

Sjálvbjargni

Men tú skal sjálvandi ansa eftir, at tú ikki óneyðuga ert ov umsorganarfull/ur. Um barnið kann sjálvt, er tað týdningarmikið, at tú gevur pláss til tað.