Frá gráti til látur- um happing í skúlaárunum

Grein skrivað av Even Hodne Valaker, ið er skúlanæmingur og limur í Norska CP- foreningen.
Greinin er persónlig um hansara royndir við happing og er føroyskað úr norskum frá: Fra tårer til latter – om mobbing i skolen (cp.no)

Fleiri, ið hava CP, stríðast í teirra skúlatíð. Fyri meg hevur altíð gingið sum eftir ánni fakliga. Men við tí sosiala var meir trupult.

Tíðin í barnaskúla var ein trupult tíð fyri meg. Mær hevur altíð dámt t læra, serliga lærugreinar innan samfelagsfak og politik. Eg kláraði meg væl í nógvum lærugreinum, men hetta var ikki nokk, til at tey í flokkinum góðkendu meg. Eg var í flokki saman við fleiri, ið høvdu ymiskar serligar avbjóðingar, og tað var eitt keðiligt umhvørvi í flokkinum. Í byrjanini var ikki so ringt, men við tíðini byrjaði umhvørvið at verða merkt av, at tað var kul at happa.

Happingin byrjaði í 3. fl. Tá var eg vorðin ”vinur” við en í flokkinum, sum eg hevði álit á. Eg minnist ikki nógv frá hesum fyrstu árunum, men eina uppliving gloymi eg ongantíð. Nýggi “vinur” mín, byrjaði at fylgjast við einum dreingi, ið til tá hevði verið mín besti vinur. Og teir vendu sær báðir ímóti mær. Teir noyddu meg í eina skrellispann og læstu meg inni.

Eg skilti ikki, at vinur mín kundi gera hetta ímóti mær. Tá eg slapp úr skrellispannini var eg sera keddur. Eg kendi meg sviknan, og at mín besti vinur var stolin frá mær.

Í 7. flokki var ringast

Tey næstu árini kom happingin fyri viðhvørt. Tá eg byrjaði í 7. fl gjørdist nógv verri. Fleir og fleiri byrjaðu at happa bæði meg og aðrar næmingar. Eg fekk at vita, at eg burdi doyð og at mítt CP var orsøk til at, tey happaðu meg.  ”VInurin” frá hendini við skrellispannini segði, at eg oyðilegði hansara lív. Eg hevði tá ein, ið eg hevði hug at sleppa í flokk við í framhaldsdeilsini. ”vinur” mín segði, at hesin drongur ikki dámdi meg, men at hann bara var saman við mær, tí hann kendi seg noyddan.

Tað ringast var, at tey hermdu eftir mær: mínar rørslur, hvussu eg tosaði, hvussu mítt gongulag var osfr. Hetta fekk øði í meg. Hetta var jú nakað, ið eg ikki kundi gera við. Um dreingirnir møttust, so vóru teir dreingirnir, ið plagdu at hoyrast best, altíð ímóti mær. Og teir sum møguliga stuðlaðu mær, tordu ikki at gera nakað ella siga ímóti fyri at forsvara meg.

Eg ynskti ikki at vera ein slatritaska, so eg segði næstan ongantíð nøkrum vaksnum frá tí, ið fór fram. Í øllum barnaárunum var eg sera einsamallur og hevði ongan, sum eg heilt kundi hava álit á. Eg svaraði onkutíð happingini aftur, men ikki líka ógvusligt sum hini. Um eg hevði gjørt tað, so hevði eg verið líka ringur sum happararnir.

Orkaði ikki longur, at láta sum einki

Lærararnir og foreldur mínu vistu um happingina og gjørdu tað tey kundi, fyri at steðga tí, men til onga nyttu. Í nógv ár søgdu tey, at ”vit bara kundu steðga”, men tað riggaði ikki. Eg varð biðin at láta sum luft, men av og á var happingin so ógvuslig, at eg ikki bara kundi láta sum luft. Einaferð fingu vit eina bók, har vit kundu skriva alt tað keðiliga niður, ið varð sagt. Tað gjørdi alt eitt sindur betri, men tað varð ongantíð heilt gott.

Seinni høvud vit javnan samrøður við ein leiðara, har vit gjøgnumgingu tað, ið hevði gingið fyri seg síðan seinst. Tað sýntist sum, at happarnir bara ætlaðu at halda á leingi afturat! Men tíbetur gekk eg í 7. fl. So nú skuldi eg skjótt í framhaldsdeild og skuldi skifta flokk.

Í 7. Fl gekk tó betri, tí nú kundi eg fáa hjálp frá CP-felagnum, ið tá skipaði fyri barnalegum fyri børnum við CP. Eg visti, at um bert eg kom ígjøgnum hesa marruna, so skuldi alt nokk blíva gott. Tá eg var saman við øðrum í somu støðu, kundi eg bara vera ”eg”, og kundi ”gloyma” mítt brek í nakrar dagar, tí her høvdu vit øll líkar avbjóðingar.

Framhaldsdeildin gjørdist mín bjarging

So byrjaði eg í framhaldsdeildini. Áðrenn eg byrjaði, var óttaðist eg fyri, at tað sama fór at endurtaka seg. Men tað gjørdi tað tíbetur ikki. Í byrjanini var eg nógv fyri meg sjálvan og tordi ikki at seta meg í samband við hini, tí eg var bangin fyri, at tey ikki fóru at góðkenna meg.

Men tá eg so tordi at seta meg í samband við onkran, kom eg í samband, har eg veruliga kom at trívast. Vit høvdu tað stuttligt, og tað kendist gott hvønn dag. CP er ikki longur nakað, ið fyllir í sambondunum við onnur. Eg eri nú í einum vinarbólki, har vit eru 7 dreingir. Tveimum av teimum gekk eg í flokki við í barnaskúlanum og hinir komu úr einum øðrum skúla.

Í barnaskúlanum var eg altíð stúrin, tá eg var á veg í skúla. Eg mátti altíð passa uppá og hugsaði um, hvat onkur mundi fara at siga tann dagin. Nú gleði eg meg til hvønn dag, og hugsi um, hvat vit munnu fara at flenna og skemta við, ímeðan vit eru í skúla. Tá eg kom inn í flokkin í barnaskúlanum, græt eg ofta. Tað var flovisligt, at eg fór at gráta. Nú gleði eg meg til tímarnar, og eg fái frið at gera míni skúlating, uttan at nakar kemur við nøkrum keðilgum um meg.

Sjálvandi eru eisini løtur, har vit kunnu verða ósamd og ørg inn á hvønn annan. Men tað er øðrvísi, tí tað er ikki, tí nakar vil nøkrum øðrum nakað persónligt ella ilt. Mín meting er, at tað er samansetingin av næmingum ið ger, at tað ikki er happing her. Tað verður ikki tosaðu nógv um happing her í framhaldsdeildini, men hevur higartil heldur ikki verið neyðugt.

Jaligt

Eg vóni ikki, at tað eru fleiri, ið uppliva tað sama, sum eg havi. Men um onkur er, ið upplivir tað sama, vil eg viðmæla tær at: fortel tínum foreldrum og/ella lærara um hetta, áðrenn tað gongur ov long tíð. Royn at finna onkran at vera saman við, og bið um at fáa eina bók, har tú kanst skriva niður tað, ið fer fram og verður sagt. Tað kann taka langa tíð hjá einum skúla at finna ein máta at arbeiða við happingi, so tað kann hjálpa sera væl, at hava eina bók við ymiskum at vísa á.

Eg eri spentur uppá, hvat framtíðin hevur at bjóða. Hvussu tað kemur at ganga víðari í lesnaði mínum kemur kanska at verða merkt av, um eg havi onkran at vera saman við,  og sum eg trívist við. Tað kann vera heilt avgerandi fyri ein, tí um ein hevur onkran at vera saman við, er minni kjansur fyri, at tú verður happaður. Eg vóni at tær royndir, ið eg havi fingið, gera tað lættari at sleppa undan happing í framtíðini.