Venjing og fyribyrging

Fysioterapi

Hjá menniskjum við Cerebralari Paresu arbeiða vøddarnir allatíðina. Hetta kann elva til seinfylgjur. Endamálið við fysioterapi er at betra um ella viðlíkahalda vøddafunksjónirnar, so gerandisdagurin blívur lættari at handfara við meira sjálvbjargni og minni pínu.

Fyri flest fólk við Cerebralari Paresu er fysioterapi neyðug, um mann ynskir at útseta tíðspunktið fyri slit- og belastningskaðum. Tað er prógvað, at reglulig venjing kann betra um virkisføra støði og minka um tørvin á hjálp frá øðrum. Á hendan hátt er fysioterapi viðvirkandi til at útseta seinfylgjurnar av Cerebralari Paresu. Tað eru tí nógvar góðar grundir til at gagnnýta fysioterapi, tá mann er spastikari.

Fyri at fysioterapiin skal verða ein góð uppliving, er tað týdningarmikið, at venjingin fer fram eftir fyritreytunum hjá tí einkulta og er málrættað tørv og hug hjá viðkomandi. Fysioterapeuturin skal vera klárur at lurta eftir persóninum, so venjingin skal verða laga eftir tí einstaka.

Fysioterapeuturin eigur harafturat at hava royndir og kunnleika til Cerebrala Paresu – bæði hvat viðvíkur fysisku, perceptuellu og kognitivu funksjónunum. Tað gongur eyðsæð lættari við fysioterapiini, tá hugurin og motivatiónin dríva venjingina.

Tað er stórur munur á, hvussu stóran tørv tann einkulti hevur á fysioterapi. Tað er partvís knýtt at støðinum á Cerebralari Paresu og partvís hvussu kropsliga virkin viðkomandi annars er. Men tað er týdningarmikið við einum ávísum framhaldi í venjingini. Harafturat er tað týðandi, at tann einkulti lærir at kenna sín egna tørv í samstarvi við fyrsioterapeutin. Tað er tí týdningarmikið at fáa skraddaraseymað eitt tilboð um fysioterapi, sum hóskar til tørvin hjá tí einkulta.

Fysioterapi arbeiðir við avspenning og útspenning av bindivevnaði, liðum og vøddum. Tað er sera týðandi, tá ein hevur Cerebrala Paresu og so vítt gjørligt ynskir at viðlíkahalda ella hækka sítt virknisstøði.

Nakrir av fyrimununum við fysioterapi eru, at venjingin:

Er við til at varðveita flytføri og virkni
Er gott fyri blóðrensl, heilsustøðu, flytføri, styrki og javnvág
Gevur eina liðmobilisering av teimum stóru liðunum í kroppinum og smáu liðunum í rygginum. Samstundis gerast vøddarnir meira smidligir
Heldur lungna- og blóðrenslinum í gongd, tí venjingin stimbrar blóðgjøgnumrákið av vevnaðinum
Virkar avstreingjandi á vøddarnar. Tað er serliga týdningarmikið hjá menniskjum við cerebralari paresu, tí vøddar teirra alla tíðina arbeiða yvir.
Fyribyrgir gikt

Umframt hetta uppliva nógv við Cerebralari Paresu, at fysioterapiin er við til at linna pínu. Hetta kemur av, at fysioterapi er við til at avspenna bindivevnað og vøddar umframt økir um blóðgjøgnumrákið í vevnaðinum. Betri flytføri í liðunum minkar harafturat um trýst á kar og nervar, og tað er hevur eisini við sær at pínan linkar.

Munnfunksjónsvenjing kann betra um eti- og talufunksjónirnar, meðan sansemotoriskar venjingar og stimuli kunnu betra um rúm- og ættarkensluna og perceptuel evni.

Tað er eisini nógv við Cerebralari Paresu, sum hava gleði av ríðifysioterapi, av terapi í hyli og venjingarterapi í venjingarhøllum. Men tað er týdningarmikið, at venjingin áhaldandi verður rættað til av fakútbúnum starvsfólkið, so tryggjað verður, at venjingin ikki er skeiv, so vandi er fyri skaðum.

Ergoterapi

Uppgávan hjá ergoterapeutum er at knýta samband millum persón, aktivitet og umhvørvi. Ergoterapeuturin hevur fyri eygað at hjálpa tí einstaka at útinna neyðugar og týdningarmiklar aktivitetir í gerandisdegnum. 

Vit brúka hendur og armar sera nógv ígjøgnum ein dag. Tá vit útinna gerandisaktivitetir sum t.d. at lata okkum í/úr klæðum, busta tenn, at gera mat, eta og drekka,er tað við hendur og armar sum hjálpa okkum at útføra aktivitetirnar. 

Eisini brúka vit nógv munnførleikar í okkara gerandisdegi, at eta og drekka og samskifta. Afturat samskiftinum er andlitsbrá ein týðandi partur eisini. 

Tá talan er um venjing av kropsligum førleikum, er tað natúrligt fyri ergoterapeutin at hava fokus á teir partar á kroppinum, sum útinna okkara gerandisuppgávur. Tó so má kroppurin og kropsrørslur altíð síggjast í einari heild, so støði verður altíð tikið í venjingartørvinum hjá tí einstaka.

Mental troyttheit og orkunýtsla

Fólk við cerebralari paresu upplivað ofta eina ógvusliga mentala troyttheit, sum kunnu ávirkað tær kognitivu funktiónirnar. 

Tær kognitivu funktiónirnar sum t.d. evni at leggja til rættis, minnið, hugsavnan og at hava yvirlit brúka vit í øllum tí vit takast við í gerandisdegnum. 

Út frá samrøðu og gjøllari kanning av øllum gerandisaktivitetum kann ergoterapeuturin ráðgeva um tillagingar av aktivitetum og umhvørvi, fordeiling av orkunýtslu í gerandisdegnum og møguligari venjing.

Dysfagi og munnmotoriskir trupulleikar

Fleiri við cerebralari paresu upplivað at hava trupulleikar at svølgja (dysfagi). Tað eru ergoterapeutar sum arbeiða miðvíst við at viðgera dysfagi og aðrar munnmotoriskar trupulleikar, við venjing og ráðgeving í mun til matkonsistens, venjing og brúk av hjálpitólum og amboðum í mun til at eta og drekka.

Hjálpitól og tillaging av umhvørvi

Tað eru óteljandi hjálpitól á marknaðinum, sum kunnu hjálpa fólkum at útinna gerandisaktivitetir, sum eru truplir at útinna sjálvstøðugt. Ergoterapeuturin ráðgevir í hóskandi hjálpitólum og kann vegleiða fólkum í at brúka hjálpitól.

Tað kann verða neyðugt at tillaga fysiska nærumhvørvi hjá fólkum við cerebralari paresu. Eitt væl tillagað umhvørvi kann lætta munandi um gerandisdagin hjá fólki við rørslutarni.  Tað eru ergoterapeutar sum arbeiða við bústaðarbroytingum, sum kunnu vegleiða og ráðgeva um hesi viðurskifti.

Sansastimulering/regulering

Tað er ikki óvanligt at fólk við cerebralari paresu hava trupulleikar við sansaintegratiónini í heilanum. Upplivir man t.d. at hava eitt yvirreagerandi sansasystem á hoyrisansinum, kann tað merkjast við at man skjótt gerst móð/ur í larmi, sum er tá fleiri fólk eru samlaða eitt stað, føðingardagar, stevnur o.l. 

Ergoterapeuturin kann hjálpa við at gera ein sokallaðan ”sansaprofil» og út frá hesum og samrøðu um gerandisdagin hjá tí einstaka, leggja eina ætlan um hóskandi tiltøk í mun til sansir og sansasystemini.

Stuðul til fysio- og ergoterapi

Fyri at fáa fíggjaligan stuðul til viðgerð við fysio- ella ergoterapeuti, skal tú søkja um stuðul frá Almannaverkinum. Fyritreytin fyri, at Almannaverkið kann veita stuðul til viðgerðarútreiðslur, er, at lækni hevur ávíst viðkomandi til viðgerðina, og at Heilsutrygd hevur góðkent viðgerðina og gjørt sáttmála við avvarðandi yrkisfelag um gjald fyri viðgerðir. Almannaverkið rindar munin millum fullan kostnað og ískoyti frá Heilsutrygd.

Søk her: https://av.cdn.fo/media/1462/umsokn-endurgjald_fyri_meirutreidslur_jan_2021.pdf?s=A8tr974owiUS4qvi1IGO3B1Ru5Q

Ítrótt

Gjøgnum ítrótt kann mann náa nógvar av teimum somu fyrimununum sum við fysioterapi: Ítrótt gevur motión, venur javnvágina og gevur betri vøddastyrki. Nógv menniskju uppliva harafturat, at ítróttin virkar pínulinnandi, kanska tí at ítróttin kann verða við til at loysa upp í vøddaspenningunum. Ítrótt virkar eisini sálarliga avstreingjandi á nógv og gevur harumframt betri vælveru.

Ítróttin kann eins og fysioterapiin kann verða við til at seinka seinfylgjunum av tí kropsliga brekinum. Eitt annað týðandi aspekt við ítróttini er, at tað fer fram í einum stuttligum og hugkveikjandi felagsskapi við onnur.

Ein kanning í Danmark vísir, at millum fólk við breki, eru bert 33% sum íðka ítrótt í mun til 59% av restini av fólkinum. Tað eru fleiri ítróttarmøguleikar fyri fólk við breki – eisini við torførum kropsligum breki. Set teg í samband við Parasport Føroyar fyri meira kunning um, hvørjir møguleikar eru í Føroyum.