Søga felagsins

Spastikarafelagið varð stovnað 14. mai í 1988.

Onnur feløg vóru frammanundan fyri fólk við ymiskum breki, sum limirnir høvdu verið partur av. Men mett varð, at hesi feløg vóru ov breið, og tí varð stig tikið til, at gera felag burturav til spastikarar og onnur við líknandi lamni.

Tørvurin á at hava felagsskap við sínar líkar var m.a tað, ið kveikti hug at hava eitt felag. Harumframt var eisini tørvur á at betra um umstøðurnar hjá teimum, ið vóru spastisk. M.a vóru nøkur av teimum, ið ikki høvdu hóskandi dag- og umlættingartilboð.

Onkur var noyddur at búgva í Danmark, tí einki hóskandi tilboð var til teirra í Føroyum. Og onnur vóru búsett á stovnum saman við øðrum, ið ikki høvdu sama tarn og tørv.

Tí vóru endamál felagsins:

  • At bøta um korini hjá fólki við Cerebralari Paresu og líknandi lamningi
  • At bøta um almennu umsorganina
  • At økja viðgerðarmøguleikarnar, herundir útvegan av viðgerðar- og bústovnum
  • At arbeiða fyri og hjálpa við upplæring, útbúgving, arbeiðsmøguleikum og røkt av fólki við Cerebral Parese og líknandi lamningi
  • At upplýsa og ráðgeva um brekini, uppruna og avleiðingar teir
  • At stuðl vísindarligri gransking, fyribyrging og viðgerð
  • At vera við í norðurlendskum og altjóða samstarvi.

Samstarvað varð tá nógv við “Foreningen for spastisk lammede” (nú CP Danmark) og vóru umboð har frá eisini við til at hjálpa við stovnan av føroyska spastikarafelagnum.

Ígjøgnum tíðina hevur nevndin verið mannað av ymiskum limum. Arbeitt hevur verið út frá endamálum felagsins har virkað t.d hevur verið til, at fólk við CP ikki longur vóru noydd at fara til Danmarkar fyri læknaviðtalur við læknaserfrøðina, men at skipað var so fyri, at læknaserfrøðin nú ístaðin kemur á Landssjúkrahúsið.

Samstarvað hevur verið við m.a PETØ (venjingar fyri fólk við likamligum breki) og við Elsass- fonden (danskur stovnur, ið virkar fyri fólk við CP og familjum teirra, m.a innan nýggja gransking og menning av tilboðum).

Umframt CP Danmark, verður eisini samarbeitt við CP Norden, ið er norðurlendskt samstarv ímillum Danmark, Norra, Svøríki, Ísland og Føroyar.

Fyrsta búmerki felagssins ímyndar fólk í koyristóli, ið vísur møguliga avleiðing av brekinum. Fólkið á myndini veksur úr eini rósu, ið skal ímynda tað lívgevandi. Tó eru strikur eisini í búkmerkinum ímyndandi at eitthvørt er, ið avmarkar fólki og tí ávirkar tess fortreytir fyri at vaksa útum eitt ávíst.

Í 2021 varð navnið á felagnum broytt til CP Føroyar. Hetta varð gjørt fyri at sjónliggera brekið, ið aloftast liggur aftanfyri spastisitetin: nemliga Cerebrala Paresu. Harumframt hava ikki øll við CP spastisitet.

Á hendan hátt er CP Føroyar eitt meira inklusivt og savnandi navn. “CP” verður eisini brúkt av feløgum í øðrum londum, so tað at brúka CP gevur bæði eitt meir altjóða navn og eitt, sum vísindaliga er meira nágreiniligt.

Framvegis hevur felagið tó í síni endamálsorðing sum málbólk: umframt fólk við CP, so eisini fólk við øðrum líknandi lamningi. Hetta fyri at felagið kann fevna um onnur, ið møguliga hava spastiskar vøddar, ið skyldast onnur tarn ella sjúku enn CP.

Samstundis sum felagið fekk nýtt navn, varð nýtt búmerkið eisini tikið í brúk í 2021. Búmerkið er gjørt av Guðrið Syderbø, og vísir til tann við breki: “Eg eri eitt menniskja, sum hevur nakað at bjóða og sum hevur eina rødd”.

Myndin vísur heilan, ið verður raktur, tá talan er um CP. Andlitið vísir seg ótengt av aldri og kyni, so ein og hvør við CP kann kenna seg aftur í andlitinum. Og opni muðurin vísir, at vit øll hava eina rødd.

Sjálvt um røddin kann vera ymisk t.d kann vera merkt av CP, so røddin er avmarkað, so liggur í røddini hjá einum altíð meir enn tað talaða orðið. Í røddini liggur eisini, at eitt og hvørt menniskja hevur eina meining, samleika og rættindi.

Endamálsorðing felagssins er enn sum áður tann sama- í stuttum: at virka fyri fólki við CP og teirra korum.

(Keldur Niels Petersen, Herit Joensen og tilhoyrandi heimasíður)