Viðgerð

Viðgerð av børnum við Cerebralari Paresu er altíð eitt toymisarbeiði. Málið er at bøta um flest møguligar funktiónstrupulleikar hjá barninum, bæði teimum motorisku og teimum, sum standast av møguligum fylgibrekum. Meir er at lesa um ymsu stovnarnar og viðgerðarveitarnar her.

Fysioterapi

Viðgerðin vil ofta verða venjing við barninum og vegleiðing til foreldur og onnur vaksin. Endamálið er at styrja motorikkin hjá barninum við at læra nýggjar dugnaskapir ella við at kompensera fyri trupulleikunum við hjálpartólum.

Fysioterapeutar hava ofta grovmotorikkin so sum at sita, standa og koma runt fyri eyga.

Ergoterapi

Ergoterapeutar hava gerandisaktivitetirnar fyri eyga so sum at eta, persónligt reinføri og at tekna/skriva. Ergoterapeuturin hjálpir eisini við at royna hjálpartól av heima og í stovninum og kann ráðgeva um møguligar bústaðarbroytingar.

Ergoterapeuturin knýtir samband millum barn, aktivitet og umhvørvi, við tí fyri eygað at hjálpa barninum at luttaka í einum gerandisdegi, sum er neyðugur og gevur meining fyri barnið. 

Út frá kanning, eygleiðing og samrøðu við foreldur og onnur avvarðandi leggur ergoterapeuturin ætlan um viðger. Tað kann vera sansastimulering/regulering, venjing av grov-, fín- og/ella munnmotoriskum førleikum, tillaging av aktivitetum og/ella umhvørvi, ráðgeving til foreldur og avvarðandi starvsfólk í nærumhvørvinum hjá barninum.

Les meira um fysio- og ergoterapi her.

Stuðul til fysio- og ergoterapi

Fyri at fáa fíggjaligan stuðul til viðgerð við fysio- ella ergoterapeuti, skal tú søkja um stuðul frá Almannaverkinum.

Fyritreytin fyri, at Almannaverkið kann veita stuðul til viðgerðarútreiðslur, er, at lækni hevur ávíst barnið til viðgerðina, og at Heilsutrygd hevur góðkent viðgerðina og gjørt sáttmála við avvarðandi yrkisfelag um gjald fyri viðgerðir. Almannaverkið rindar munin millum fullan kostnað og ískoyti frá Heilsutrygd.

Viðgerð við heilivági

Um barn títt hevur ov nógvar spenningar í nógvum vøddum, kann man royna viðgerð við spenningsniðursetandi heilivági. Heilivágurin kann gevast á ymsan hátt, treytað av vavinum av vøddaspenningunum, bæði sum tablettir, beinleiðis í mønurennuna (baklofenpumpa) ella beinleiðis í tann einkulta vøddan (botox).

Bandagering

Nógv børn við Cerebralari Paresu kunnu til tíðir hava gleði av eini bandasju/skinnara – eini sonevndari ortose. Hon kann fyribyrgja og/ella viðgera feilstøður í liðum og harvið skjóta út ella fyribyrgja skurðviðgerð.

Tað kann t.d. verða ein økurskinnari, sum stýrir fótinum, ein handliðsortosa, sum ger tað lættari at nýta hondinum, ella eitt korsett, sum stuðlar rygginum í sitistøðu og fyribyrgir skeivleika í ryggingum.

Skurðviðgerð

Hjá nøkrum børnum við Cerebralari Paresu kann tað verða neyðugt við skurðviðgerð. Við skurðviðgerð kann man bøta um funktiónina í ørmum og beinum hjá barninum við at leingja ella flyta vøddar og sinur.

Viðgerð av fylgibrekum

Nøkur børn við Cerebralari Paresu hava eitt ella fleiri fylgibrek, sum saman við kropsliga brekinum kunnu hava stóran týdning fyri lívsgóðskuna. Um barn títt hevur eitt fylgibrek, er tað eins týdningarmikið at viðgera sum teir motorisku trupulleikarnir.

Samstarv við stovn og skúla

Lærarin ella námsfrøðingurin hjá barni tínum í skúla ella stovni eru týdningarmiklir samstarvsfelagar. Tað er galdandi bæði fyri ta kropsligu, málsligu, kognitivu og kensluligu menningina hjá barninum.

Onnur fylgibrek

Fylgibrek kunnu vera epilepsi, niðursetta sjón og hoyrn, trupulleikar við at tyggja og svølgja ella talutrupulleikar. Tað eru serfrøðingar á øllum hesum økjum, sum kunnu hjálpa tær og barni tínum við at fáa røttu viðgerðina. Um barnið hevur trupult við at svølgja og tyggja, er tað ein ergoterapeutur, sum kann hjálpa tykkum.