Parlag

Parlag og familja

Fyri sera nógv av okkum er heimið og familjan tað frírúmið, har vit slappa av frá verðini uttanfyri og kunnu vera okkum sjálvi.
Ein unnusti/a ella hjúnarfelagi kunnu verða ein stórur stuðul í lívinum, og tað vil næstan altíð vera ein stór hjálp at tosa í trúnaði og heilt privat við ein annan, um tær avbjóðingar brek títt kann hava við sær.

At hava ein unnusta/eina unnustu ella ein hjúnafelaga inniber sjálvandi at vera tætt at einum persóni, sum góðtekur og skilur tær umstøður, sum eru ein fylgja av breki tínum. Hevur tú t.d. eina hjálpiskipan, skal makin sjálvandi kunna liva við einum eyka persóni í gerandisdegnum.

At fáa børn

Sjálvt um ein hevur Cerebrala Paresu kann mann sjálvandi hava eitt ynski um at fáa børn. Børn geva gleði. Um tú, sum kvinna við Cerebralari Paresu, ynskir at fáa børn, so eru tað sjálvsagt nøkur viðurskifti viðvíkjandi tínum fysikki og kroppi, sum tú ert noydd at taka atlit til í mun til barnsburð og føðing. Tað er týdningarmikið, at tað er tær greitt, hvat tað merkir fyri lív og brek títt at verða við barn og skula eiga – og sjálvandi eisini eftirfylgjandi at hava ein gerandisdag við smáum børnum. Tí er tað eitt gott hugskot at tosa við læknan, um tit ætla at fáa tykkum børn.

Seksualitetur og kynslív

Øll hava ein seksualitet, og tað kynsliga er ein natúrligur og sjálvsagdur partur av tí at gerast vaksin. Eitt brek broytir ikki hetta. Tað er ein partur av tí at vaksa upp, at fara frá at vera barn til at vera vaksin, læra um sín seksualitet og um kynslívið. Við einum kropsligum breki kann tað vera ein serstøk avbjóðing at læra sín kropp at kenna. Fyri tey flestu byrjar forvitnið rundan um teirra seksualitet meðan tey eru ung og í tannáringaaldrinum, men fyri nøkur við breki kann tað koma seinni.

Møguleikarnir fyri at liva seksualitetin út er tætt knýttur at, hvussu mann býr. Býr mann heima, og hevur brúk fyri hjálp, er tað neyvan nakað mann vil draga foreldrini inní. So má mann søkja hjálp og ráð hjá trúnaðarvinum ella seksualráðgevum. Býrt tú á einum bústovni, er tað vanligt at spyrja starvsfólkið til ráðs. Tey eru útbúgvin til eisini at kunna handfara eitt so persónligt evni sum seksualitet og kynslív.

Ókunnleiki ella tørvur á hjálp merkir tíverri, at nógv skúgva teirra tørv, kynsliga hug og forvitni til viks. Tað er ósunt. Tí er tað av alstórum týdningi at samtala um hetta við onnur – og fáa hjálp og vegleiðing – so tú fært spurningarnar svaraðar.

Hevur tú hjálparar, kann tað vera, teir skulu dragast inní, og tað kann verða eitt gott hugskot at gera leiðreglur til teir, so tað ikki er neyðugt hjá teimum at seta óneyðugar spurningar. Tað kann eisini verða, at tú hevur tørv á hjálpartólum/sexleikum til at liva tín seksualitet út. Vanliga fara nógv at gera royndir við hesum, tá tey flyta heimaífrá, men tað er – sum við so nógvum – ymiskt.