Gross Motor Function Classification System (Grovmotorikkur)
Tann grovmotoriska funksjónin hjá børn og ungum við Cerebralari Paresu kann bólkast í 5 ymisk stig við amboðnum “Gross Motor Function Classification System” (GMFCS) eftir teirra evnum at sita, flyta og røra seg.
Fyri hvørt stig og fyri hvønn aldursbólk 0-2 ár, 2-4 ár, 4-6 ár, 6-12 ár og 12-18 ár gevur GFMCS eina lýsing av rørsluevnunum hjá barninum.
Tað eru ikki tvey børn við Cerebralari Paresu, sum eru eins. Innan fyri tey einstøku GMFCS stigini eru børn við ymiskum funksjónum, og tað eru eisini glíðandi yvirgangir millum stigini.
Flest børn verða verandi á sama GMFCS-stigi, sum tá tey vóru 2 ár. GMFCS-stigin kann tí brúkast til at spáa um menningarmøguleikarnar hjá barninum, framtíðar funksjónsstøði og tørvin á hjálpartólum.
GMFCS millum 6 og 12 ára aldur
Stig 1
Børn ganga heima, í skúla, uttandura og í samfelagnum. Tey kunnu ganga trappur uttan at nýta handlista. Børn megna grovmotoriskar førleikar so sum at renna, hoppa, men ferð, javnvág og koordinatión eru avmarkaði.
Stig 2
Børn ganga í flestu umstøðum og ganga trappur við at halda í handlista. Tey kunnu hava trupult við at ganga long strekki og at halda javnvágina á ójøvnum undirlagi, skráningum og í samanstúgvaðum ella trongum økjum.
Børn kunnu ganga við fysiskari hjálp, einum handhildnum hjálpartóli ella einum hjálpartóli við hjólum til long strekki. Børn hava bert avmarkaði evni til grovmotoriskar førleikar so sum at renna og hoppa.
Stig 3
Børn ganga við handhildnum hjálpartóli í flestu innandura umstøðum. Tey kunnu ganga trappur við at halda í handlista við eyðleiðing ella hjálp.
Børn brúka hjálpartól við hjólum, tá strekkið er langt og kunnu koyra sjálvi á styttri strekkjum.
Stig 4
Børn brúka hjálpartól, sum krevja fysiska hjálp ella el í flestu umstøðum. Tey kunnu ganga stutt strekki heima við fysiskari hjálp ella brúka motorhjálpartól.
Í skúla, uttandura og í samfelagnum verða børn koyrd í vanligum koyristóli ella motorhjálpartóli.
Stig 5
Børn verða koyrd í vanligum koyristóli í øllum umstøðum. Børn eru skerd í teirra evni til at halda høvdinum og kroppinum uppi og at stýra bein- og armrørslum.
Les meira um GMFCS á heimasíðuni hjá CP Norge.
Manual Ability Classification System (Hondførleiki)
Hondførleikin verður flokkaður við Manual Ability Classification System (MACS), sum eisini býtur hondfunksjónina í 5 stig.
MACS flokkar evnini til at handfara lutir við báðum hondum saman og verður brúkt frá 4 ára aldri. Hetta hevur eisini víst seg at verða ein álítandi flokkingarstigi.
Persónar við unilateral Cerebral Paresu ella hemiplegi hava ofta eina hond við nær vanligum førleika og eina hond við skerdum førleika. Tey eru vanliga á MACS stig 1-3, meðan bilateral CP við diplegi ofta eru á stig 1-2.
Bilateral Cerebral Paresa við quadriplegi eru ofta knýtt at MACS stig 4-5. Ataxi er ofta knýtt til stig 1-2, meðan dyskinesi kann verða knýtt at øllum stigum.
Umleið helvtin av persónunum við Cerebralari Paresu hava góðan hondførleika og eru á stig 1-2.
Stig 1 – Handfer lutir lætt og við góðum úrsliti
Stig 2 – Handfer flestu lutir, men við nakað avmarkaðum kvaliteti og/ella skjótleika.
Stig 3 – Handfer lutir við trupulleikum og hevur tørv á hjálp til at betra um og/ella tilpassa aktivitetir.
Stig 4 – Handfer eitt avmarkað úrval av lutum, sum eru lættir at handfara í tillagaðum umstøðum.
Stig 5 – Handfer ikki lutir og hevur sera avmarkaðar førleikar til at fremja sjálvt einkla handfaring.
Communication Function Classification System (Samskifti)
Evnini til at samskifta verður bólkað við Communication unction Classification System (CFCS) við 5 stigum.
Stig 1 – Effektivur sendari og móttakari við kendar og ókendar samrøðupartnarar. Barnið skiftir sjálvstøðugt millum sendara- og móttakararolluna við flestu persónar í flestu umhvørvum. Samskiftið gongur lætt og í einum behagiligum tempo sjálvt við ókendum samtalupartnarum.
Stig 2 – Effektivur, men við seinni tempo, sum sendari og/ella móttakari við ókendar og/ella kendar samtalupartnarar. Barnið skiftir sjálvstøðugt millum sendara og móttakararolluna við flestu persónar í flestu umhvørvum. Samrøðutempo er seint og kann gera samskiftisinteraksjónina truplari.
Stig 3 – Effektivur sendari og móttakari við kendar samrøðupartnarar. Barnið skiftir millum sendara og móttakararolluna við kendar (men ikki ókendar) samrøðupartnarar í flestu umhvørvum.
Stig 4 – Óstøðugur sendari og/ella móttakari, sjálvt við kendar samrøðupartnarar. Barnið kann ikki støðugt skifta millum sendara og móttakararolluna. Onkuntíð er samskiftið effektivt við kendar samrøðupartnarar.
Stig 5 – Sjáldan effektivur sendari og móttakari, sjálvt við kendar samrøðupartnarar. Barnið hevur avmarkingar bæði sum sendari og móttakari. Samskiftið er sjáldan effektivt, sjálvt við kendar samrøðupartnarar.