Elsass grunnurin
Elsass grunnurin arbeiðir fyri at økja um lívsgóðskuna hjá menniskjum við Cerebralari Paresu og avvarðandi. Hetta verður gjørt á fleiri ymiskum økjum – alt frá gransking, bera vitan fram, menning av aktivitetstilboðum til beinleiðis stuðul til stovnar, feløg og tann einstaka.
Tey arbeiða við fylgjandi:
- Gransking
- Menning og fremjing av aktivitetum fyri fólk við Cerebralari Paresu og teirra avvarðandi
- Bera vitan fram til fólk við Cerebralari Paresu og avvarðandi
- Førleikamenning av fakfólki
- Útluting av legatum
Les meira um Elsass grunnin, hvat tey kunnu bjóða, og tey tiltøk tey skipa fyri á www.elsassfonden.dk.
Søk stuðul
Elsass grunnurin stuðlar fólkum við Cerebralari Paresu umframt gransking og øðrum verkætlanum, sum veita jaliga menning á økinum. Les hvørjum endamálum Elsass stuðlar: https://elsassfonden.dk/sog-stotte/hvad-stotter-vi/
Gransking
Gransking er ein týdningarmikil og natúrligur partur av virkinum hjá Elsass grunninum. Okkara granskingardeild arbeiðir tætt saman við bæði donskum og útlendskum granskarum.
Málið er at tryggja best møguligan vitanargrundvøll fyri bæði professionel og heimliga praksis kring fólk, sum liva við Cerebralari Paresu.
Frá vitan til praksis
Tey arbeiða tvørfakliga við at umseta vitan til praksis. Í Elsass grunninum arbeiða millum annað sálarfrøðingar, ítróttarútbúgvin fólk umframt ergoterapeutar og fysioterapeutar. Við grund í nýggjastu vitanini menna tey ítøkilig tilboð til fólk við Cerebralari Paresu, avvarðandi og fakpersónar.
Aktivitetir
Skeið
Tey bjóða uppihald, temadagar og námskeið fyri vaksin við Cerebralari Paresu, foreldur og fakpersónar.
Legur
Hvørt ár heldur Elsass grunnurin ymiskar aktivitetslegur fyri barnafamiljur, ung og vaksin við Cerebralari Paresu – bæði í Danmark og øðrum londum.
Klubbítrótt
Elsass grunnurin samstarvar við fleiri ítróttarfeløg kring Danmark um at bjóða lið fyri fólk við Cerebralari Paresu.
Verkætlanir
Gjøgnum verkætlanarsamstarv við kommunalar og privatar stovnar deila tey vitan og menna praksis kring fólk við Cerebralari Paresu.