Viðgerð

Spenningsniðursetandi heilivág

Tá mann hevur spenningar í nógvum vøddum, er tað møguleiki fyri at royna viðgerð við spenningsniðursetandi heilivági antin sum tablettir ella mikstur. Um talan er um ógvuslig føri kann tann spenningsniðursetandi heilivágurin gevast beinleiðis í mønurennuna gjøgnum eina slangu, sum er løgd inn í mønurennuna við skurðviðgerð og sett til eina doseringspumpu (baclofenpumpu).

Um tað bert er ov nógvur spenningur í eitt avmarkað tal av vøddum, kann viðgerast við botulinum toksin (t.d. botox), sum við eini sera tunnari nál verður sprænt inn í vøddarnar, møguliga meðan persónurin er doyvdur. Virknaðurin av botulinum toksin innspræningum í vøddarnar varar í 3-8 mánaðir.

Pínulinni

Pína er tekin um, at okkurt ikki er, sum tað burdi verið. Varandi pína ávirkar funksjón og lívsgóðsku. Tað er tí týdningarmikið at kanna, hvat er orsøk til pínuna, so tað kann setast inn við røttu viðgerðini. Tað kann m.a. verða at broyta rørslumynstur, at fara í holt við kropsliga venjing og at fáa pínulinnan við heilivági.

Skurðviðgerð

Onkuntíð kann tað verða neyðugt við skurðviðgerð sum t.d. at leingja sinur, rætta feilstøður og styrkja liðini. Tað er onkuntíð møguligt at betra um funksjónina í ørmum og beinum við at leingja ella flyta vøddar og sinur.