Nýggja tilveran

Nýggja tilveran við Cerebralari Paresu

Diagnosan verður sett

Fakfólkið, sum diagnostiserar Cerebrala Paresu hjá tínum barni er ofta ein barnalækni við serligari vitan um Cerebrala Paresu. 

Tað er sera týdningarmikið, at tey fakfólk, sum hava fyrstu kontaktina og samrøður við nýggj foreldur at barni við Cerebralari Paresu, hjálpa foreldrunum at skilja barnið hjá sær.

Nýggi foreldraleikluturin

Foreldrini megna ofta ikki at rúma allari vitanini beint í løtuni. Mong foreldur kenna, at fyrstu samrøðurnar eru ómetaliga nógv at gloypa um í einum.

Tú, sum foreldur, fert at hitta og fáa samband við mong ymisk, sera hjálpsom og týðandi fakfólk, sum fara at læra teg um títt barn:

Barnalækni

Tú fert at hitta barnalækna, sum fer at fylgja heilsustøðuni hjá tínum barni. Barnalæknin fer at hjálpa og vegleiða tykkum í at taka týdningarmiklar avgerðir um barnið.

Barnaneurolog

Tú fert at hitta barnaneurolog, sum fer at forklára um heilaskaðan, ið møguliga er hendur. Barnaneurologurin fer at hjálpa og vegleiða tykkum at skilja avleiðingarnar av heilaskaðanum.

Barnaortopedur

Tú fert at hitta barnaortoped, sum m.a. fylgir við, hvussu mjadnarnar mennast og ymiskum øðrum, sum kann koma í menningini av vøddalagnum. Barnaortopedurin fer at hjálpa og vegleiða tykkum í neyðugum átøkum og viðgerðum hesum viðvíkjandi.

Barnafysioterapeutur

Tú fert at hitta ein ella fleiri barnafysioterapeutar, sum á týðandi máta, fara at uppfylgja og venja motorisku førleikarnar hjá barninum, í samstarvi við tykkum.

Barnafysioterapeutarnir fara at hjálpa og vegleiða tykkum í at stuðla motorisku menningini hjá barninum, umframt fyribyrgjandi átøk at umganga pínu og skeivleikar.

Barnaergoterapeutur

Tú fert at hitta ein ella fleiri barnaergoterapeutar, sum eru lyklapersónar at hjálpa barninum at brúka sínar hendur og til gerandis aktivitet s.s spæl og eta, sum kunnu verða skerd av Cerebralari Paresu. Barnaergoterapeuturin fer at hjálpa og vegleiða tykkum at stuðla undir menningini av aktiviteti.

Barnasálarfrøðingur

Tú fert møguliga at hitta barnasálarfrøðing, við servitan innan neurosálarfrøði og Cerebrala Paresu, sum fer at fylgja kognitivu menningini hjá barninum. Barnasálarfrøðingurin fer at hjálpa og vegleiða tykkum at handfara hesi viðurskifti. 

Barna talulærari

Tú fert møguliga at hitta barna-talulærara, sum fer at fylgja talu- og samskiftis menningini hjá barninum. Barna talulærarin fer at hjálpa og vegleiða tykkum at stuðla taluni og/ella serstøkum samskiftisamboðum. 

Barna kliniskur dietistur

Tú fert møguliga eisini at hitta barna kliniskan dietist viðvíkjandi kost og føðslu hjá barninum. Barna kliniski dietisturin fer at hjálpa og vegleiða tykkum, um tykkara barn t.d. hevur dysfagi (trupult við at svølgja) ella avbjóðingar við at upptaka nóg nógva føðslu.

Nýggja foreldra tilveran

Vónandi fert tú eisini at hitta onnur foreldur, sum eru í somu støðu. Tit kunnu stuðla hvørjum øðrum á ein heilt serligan hátt, tá tit deila søguna hjá hvørjum øðrum. 

Tú, sum foreldur kemur at hitta sera nógvar persónar, og tað er als ikki einfalt at halda skil á. Tær nýtist ikki at skilja ella rúma øllum beinanveg. Tað er ivaleyst av tíð til tað. Tann týdningarmesti persónurin, sum tú skalt læra at kenna, er títt barn.