CP og kynsbúning
At fara frá at vera barn og gerast ungur

Í tannárunum byrjar ungdómslívi, har stórar broytingar henda kropsliga, mentalt og kensluliga. Hetta ger ungdómstíðina spennandi, men eisini trupla og ørkymlandi. Fólk við CP kunnu tá kenna avbjóðingar, sum fólk uttan CP ikki skulu hugsa um.

Tað eru ymiskt hvussu og nær vit koma í tannárini, men kropsliga broytingin er ofta tann fyrsta, ið gerst sjónlig. Gentur merkja t.d at ein broytist og fær hár undir armum og ímillum beinini. Bringan broytist og ein byrjar at fáa menstruatión. Dreingir merkja eisini, at ein fær meir hár í andliti, undir armum og broytingar ímillum beinini. Røddin broytist, kann verða verri at stýra og verður við tíðini meir djúp.

Tað eru ymiskar umstøður, ið hava ávirkan á, hvussu vit koma í tannárini. Men menningin verður ávirka av, hvussu heilsustøða okkara er. At hava CP kann gera, at vit hava hava øðrvísi orkubrúk og heilsuligar avbjóðingar, ið kann ávirka menningina í tannárunum.

Í miðal eru børn við CP minni og lættari enn onnur. Ein tannáringur við CP kann tí vera seinni at búnast t.d kropsliga, og kann hetta fyri summi kennast flovisligt. Men tað er týdningarmikið at vita, at tað eisini kann vera galdandi fyri onnur. Tað er sera ymiskt yvirhøvur nær ung byrja at búnast í tannárunum, og hetta er púra vanligt.

Broytingar kensluliga og innan javnaldrar og vinarløg

Kognitiva og kensluliga broytingin, ið er, tá ein verður tannáringur ger, at ein byrjar at hugsa og grunda meir yvir ymiskt, ið kann ávirka hvussu vit síggja okkum sjálvi, og hvussu okkara sjálvsálit er. Broytingar í hormonunum ger, at kenslurnar kunnu vera sera sterkar- bæði jaligar og neiligar kenslur. Hetta ger at vit kunnu kenna tað trupult at hava kontrol á okkum sjálvum, uttan at vit skilja heilt hví. Hetta er vanligt í tannárunum, og sum vit búnast, megna vit at stýra hesum betri.

Kenslurnar eru týdningarmiklar, og gott kann vera at tosa við onkran um tær, serliga so vit kunnu arbeiða við teimum neiligu kenslunum, um tær koma at fylla ov nógv. At tosa við foreldur, ein góðan vin, heilsusystir e.l kann tá hjálpa.

Sum hjá øllum øðrum, so eru ungdómsárini ein tíð, har ið ein gerst áhugaður í hinum kyninum. Hetta kann kennast spennandi og gott, men kann eisini kennast ørkymlandi og trupult. T.d kann vera trupult at skilja ímillum, nær vit ynskja at vera ein vinur, og nær vit ynskja at gerast par við einum. Tað er týdningarmikið at spyrja seg sjálvum um, hvat ein vil og hava týðiligar greinsur fyri sær sjálvum, og at virða greinsurnar hjá øðrum í øllum hesum.

Fleiri við CP siga, at tað er avbjóðandi við vinarløgum í ungdómstíðini. Onnur ung fáa meir um at vera enn í barnaárunum, við tað at tey fáa aktivitetir og arbeið, sum fyllir í teirra gerandisdegi, sum ein við CP møguliga ikki hevur somu møguleikar til. Ein við CP kann hava avbjóðingar við at koma somu støð t,d vegnað atkomu og stúran um tað nú ber til at sleppa á wc, um hvat onnur hugsa um sín máta at luttaka vegnað sítt brek osfr.

Krøvini innan t.d ítrótt gerast størri í hesum árunum. Kanska skal ein liva upp til upptøkukrøv, og í liðítrótti byrja tey bestu at verða útvald, fyri at fáa so gott úrslit sum gjørligt. Hetta ger at summi hava ov trupult við at liva upp til hesi krøv, og hevur ein eisini CP, so kann tað kennast verri at gera seg galdandi innan t.d ávísan ítrótt. Støðan verður tá, at merkir, at ein er noyddur at velja tiltøk og aktivitetir, meir útfrá hvørjum ein kann luttaka í, og ikki eftir, hvat ein hevur hug at luttaka í.

Samleiki

Í tannárunum og ungdómsárunum læra vit at taka ábyrgd av okkum sjálvum og øðrum. Vanligt er, at ein setir meir spurnartekin til ymiskt og m.a vil hava ávirkan á vanar og reglar heima, t.d viðv songartíðum. Ungdómstíðin og tannárini kunnu tí eisini vera avbjóðandi fyri foreldur.

Samstundis sum tey gleðast um at síggja síni børn mennast og gerast meir sjálvstøðug, so kunnu tey eisini verða stúrin um ymiskar avbjóðingar hjá sínum barni. Men hetta er ein tíð, har ein mennir sínar meiningar, tekur avgerðir t.d politiskt, innan ítrótt, viðv útbúgving og starvsleið osfr.

Hevur ein CP, so kann ein til tíðir kenna seg skeivt mettan um. Ov høg krøv kunnu verða sett einum, men eisini kunnu ov lág krøv verða sett. Um ein t.d situr í koyristóli og málsliga er merktur, so tað kann vera avbjóðandi at skilja ein, so kann hetta gera, at onnur ikki duga heilt at meta um tínar førleikar vitanarliga.

Tí er sera týdningarmikið, at yrkisfólk seta seg væl inn í støðuna hjá einum, og at ein við CP og teirra avvarðandi fáa samskift við yrkisfólkini, so at væl kann verða fyrireikað kring ein við CP. Á hendan hátt kann ein fáa best hóskandi umstøður at virka undir, so krøv og hjálp eru samsvarandi tørvi og førleikum hjá tí einstaka.

Í tannárunum hava tær kropsligu broytingarnar við sær, at ein verður meir tilvitaður um útsjónd. Hvussu vit síggja okkum sjálvi ávirkar tað sjálsvmynd vit hava av okkum sjálvi. Og um vit eru ónøgd við okkar kropp, kenna okkum ov øðrvísi, so verður ein kanska ov stýrdur av, at tað er ein ávís útsjónd, ið er meir røtt enn ein onnur.

Samstundis er hetta tíðin, har ein ikki so væl tímur ráð frá vaksnum. Ein kennir, at hini misskilja tankar og meiningar hjá sær. Men tað at hava eina útsjónd, ið eftir rákinum er ”perfekt” og at hava klæðir o.a ið er tað ”rætta” er ikki tað, ið ger, um vit hava eitt gott lív. Menniskju eru ymisk og seta áherðslu á ymisk ting, sum tey meta vera perfekt ella røtt.

Tannár og ungdómsár – munur við og uttan CP?

Tannáringatíðin er ymisk- óansæð um tú hevur CP ella ikki. Og ungdómar hava ymiskar tankar og spurningar um framtíðina- óansæð um man hevur CP ella ikki. T.d upptekur tað tey flestu í tannáringatíðinini, um tey nakrantíð munnu finna ein maka, og um nær ein man fara at fáa sín fyrst muss.

Tó er munur á, tí ein við CP hugsar hvussu brekið kann ávirka ein. T.d um breki kann gera, at tey ikki fáa valt eitt hvørt yrki osfr. T.d kunnu avbjóðingar av CP hava ávirkan á, um ein t.d kann taka koyrikort ella ikki.

Tað kann altíð vera ein hjálp, at tosa við onkran um sínar tankar og spurningar viðv tannárunum og ungdómslívinum. Tú kanst tosa við ein vin, ein vaksnan, ein lærara, heilsusystir ella onnur vaksin, ið tú hevur kring teg og hevur álit á.