Hvat er Cerebral Paresa (CP)?
Cerebral Paresa er ein diagnosa, ið fevnir um ymisk menningar- og rørslutarn, sum standast av heilaskaða tíðliga í lívinum.
Avbjóðingarnar, ein við CP kann møta, eru av rørsluligum slagi, men tær kunnu eisini vera kognitivar og kensluligar.
“Cerebral” merkir “heili” og “paresa” merkir “lamni”. Hetta merkir, at lamnið kemur av skaða í heilanum, ikki eitt nú skaða í rygginum. Cerebral Paresa varð fyrr nevnt “spastisk lamni” á føroyskum. Farið er frá hesum heitinum, tí “CP” er vísindaliga meira nágreiniligt og mentanarliga meira neutralt.
Millum 110 – 130 børn diagnostiserast hvørt ár við CP í Danmark. Hagtøl fyri føroysk børn er ikki tøk.
Nær og hvussu fær ein Cerebrala Paresu?
Tú fært Cerebrala Paresu í móðirlívi, undir føðing ella tá ið tú ert pinkubarn.
Neyva orsøkin er sjáldan gjørlig at áseta tá ið eitt barn fær CP í móðurlívi, men vanliga er talan um at tilførslan av súrevni og aðrari føðslu gjøgnum blóðið til heilan hjá fostrinum verður darvað. Undir føðing snýr tað seg um komplikatiónir, ið viðføra, at barnsins heili í eitt bil manglar ilt, ella at bløðingar ella blóðtøppar koma. Eftir føðing, er talan um traumatiskar skaðar, t.d. slag á høvdi, ferðsluóhapp, infektiónir í heilanum ella blóðtøppar í heilanum.
Uttan mun til hví ella nær, barnið hevur fingið Cerebrala Paresu, stendur tað yvirfyri einum lívi, har tørvur í nógvum førum verður á stuðli og íøkiligum innsatsum alt lívið.
Heilaskaðin, sum er liggur handan Cerebrala Paresu, verður ikki verri við tíðini. Men tað kann uppstanda ein rúgva av tillaðingum og komplikatiónum, sum eru avgerandi fyri, hvørjar avbjóðingar og møguleikar, tann við sjúkuni upplivir. Oftast kunnu tað henda sekunderar broytingar í vøddum, senum og liðum, sum viðføra skerdan førleika at flyta seg og feilstøður av liðum. Stimulatión av rørslu og aktiviteti stundisliga og tíðliga hevur tískil týdning. Vitan um førleikan og máttin, sum heilin hevur heilt bókstaviliga at broyta seg (í gransking nevnt “neuroplastisitetur”) merkir, at støðan við Cerebralari Paresu saktans kann batna.
Hvørjar avbjóðingar hevur ein við CP?
Tað er sera ymiskt, hvussu einstaklingar við Cerebralari Paresu eru tarnaðir rørsluliga. Tær rørsluligu avbjóðingarnar kunnu t.d. vera manglandi ella viknað tamarhald og styrki av vøddunum í beinagrindini. Tað kann hava við sær niðursett førleikastøði sum t.d. broyttur kropsburður, skerdur gonguførleiki, trupulleikar við skriva, tekna, eta við knív og gaffil osfr. Rørsluligu førleikatarnini kunnu tí fevna um bæði tað grov- og fínmotoriska.
Persónar við Cerebralari Paresu kunnu eisini hava kognitivar trupulleikar, serliga í samband við hugsavning, samansetingar førleika, strukturering og yvirblikk.
Stundislig staðfesting hevur týdning
Diagnosan Cerebral Paresa verður vanliga sett á einari barnadeild grundað á eina barnaneurologiska kanning. Í Danmark verða uml. helvtin av børnunum vera staðfest innan 1 ára aldur, men við lættari órógvi av menningini verður diagnosan ofta staðfest seinni. Føroysk hagtøl eru ikki tøk.
Altjóðað er stórt fokus á seta diagnosuna enn fyrr – helst stutt eftir føðingina – fyri at meira effektivt kunna hjálpa barninum og familjuni. M.a. Elsass grunnurin samstarvar við ymiskar neonataldeildir í Danmark. Endamálið er at menna og royna háttaløg til at uppspora børn og familjur, ið hava tørv fyri stuðli longu áðrenn 3 mánaðar aldurin.
Ein stundisligari uppsporing av børnum við Cerebralari Paresu veitur møguleikan at ígongdseta venjing og aktivitet í einum tíðarskeiði, tá barnsins rørsluliga og kognitiva menning kann styrkjast á ein avgerandi máta. Tað merkir, at barnið fær nógv betri møguleika at menna seg á jøvnum føti við onnur børn og fáa so høgari lívsgóðsku sum møguligt.