Dagstovnabyrjan hjá barninum við Cerebrala Paresu
Dagstovnaøkið
Dagstovnar virka eftir dagstovnalógini.
Lógin fevnir um virksemið á dagstovnum og dagrøktum, sum í samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum (0-7 ár) sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu.
Børn við serligum tørvi og dagstovnaøkið
Dagstovnalógin ásetur javnbjóðis rættin á hóskandi dagstovnatilboði til øll børn í § 5:
“§ 5. Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3.
Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.
Stk. 3. Í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannaverkið, ið tekur avgerð”
Dagstovnabyrjan
Foreldur eru mangan tey, sum taka fyrsta sambandið við heimakommununa, tá stovnsbyrjan nærkast.
í summum førum eisini við Almannaverkið um stovnsbyrjanina hjá sínum barni. Mong foreldur stúra, tá teirra barn við Cerebralari Paresu skal byrja á stovni fyri fyrstu ferð.
Ofta, hevur barsilstíðin verið merkt av nógvari kontakt til fakfólk, ymiskar viðgerðir og innleggingar á sjúkrahús og longri barsilstíð.
Tilvenjingin at hava barn við Cerebralari Paresu er mangan eisini ógvuliga krevjandi fyri foreldur.
Eingin við Cerebralari Paresu er eins og eingin viðgerðar- og menningarætlan er tí eins.
Ivamálini um hvat, ið er tað besta fyri barnið, kunnu vera mong, t.d. um barninum tørvar námsfrøðiligan stuðul á eini vanligari stovu, tørvar serstovu ella í einstøkum førum, serstovn hjá Almannaverkinum.
Fyrireiking til dagstovnabyrjan
Tað er oftast ein fyrimunur at byrja tilgongdina upp á stovnsbyrjan í góðari tíð. M.a. at fáa dialog og samstarv við myndugleikarnar tíðliga í tilgongdini.
Tú kanst vænta, at tú skalt yvirføra servitanina um títt barn við Cerebralari Paresu, og innheinta úttalilsir frá serfrøðingunum, sum kenna títt barn. T.d.:
- Barnalækna, barnaneurolog, barnaortoped
- Barnafysio- og ergoterapeut, sum hava ábyrgd á Landssjúkrahúsinum
- Barnafysio- og ergoterapeut, sum venja og vegleiða í gerandisdegnum
- Barna- ella neurosálarfrøðingi
Skipað samstarv og netverksfundir
Eitt sera gott amboð er at hittast við kommunu og stovn, tíðliga í tilgongdini, til “netverksfund” og umrøða støðuna og tørvin.
Tað er eisini sera gagnligt, at “netverkið” hittist regluliga at uppfylgja gongdini og tillaga eftir tørvi.
Netverkið kann t.d. vera, umframt foreldrini og dagstovnin:
- Barnafysioterpeutur
- Barnaergoterapeutur
- Sernám (s.s. talulærari)
- Heilsufrøðingur
- Málsviðgerði í Almannaverkinum
- Ábyrgdar fysio- og ergoterapeut á Landssjúkrahúsinum
Viðurskiftir, sum eru góð at umrøða:
- Vitanardeiling um barnið
- Tørvslýsing frá foreldrunum o.ø.
- Serlig viðurskifti, s.s. um heilivágur, viðgerðir og hjálpitól?
- Praktisk viðurskifti, t.d fulltíð ella niðursett tíð?
- Tvørfakligt samstarv?
- Tørvur á stuðli og stuðlisskipanum?
- Hvør ger hvat og avtalur?
- Nær hittast vit aftur?