Kognitivir trupulleikar og Cerebral Paresa
Kognitivir trupulleikar í gerandisdegnum kunnu vera ørkymlandi og skapa nógvar støður, har bæði ein sjálvur og tey rundanum blíva ørg. Til dømis um barn títt ikki skilur eina uppgávu ella ofta gloymir ymiskt.
Sjálvsfatan
Tað ringasta er, at nógv børn uppliva seg sjálvan sum verandi býtt. Ella uppliva, at onnur síggja tey sum verandi minni evnarík. Men her er týdningarmikið at leggja dent á, at kognitivir trupulleikar ikki siga nakað um evnini.
Barn títt kann vera fakliga dugnaligt, men kann hava fleiri ávísar kognitivar trupulleikar í senn, sum ger læringina truplari. Trupulleikar sum kanska heilt einføld hjálpartól kunnu bøta um.
Ein øðrvísi skjótleiki
Heilt grundleggjandi er tað so, at meginparturin av teimum við Cerebralari Paresu brúka longri tíð um flestu tingini enn onnur. Tað tekur longri tíð at røra seg og at fremja ymiskar gerðir. Tann niðursetta ferðin krevur vanliga, at eyka tíð verður givin til at fremja gerðirnar. Til dømis eyka tíð til at svara einum spurningi ella eyka tíð til at fyrireika seg til fráfaringarroynd.
Harafturat verða nógv børn við cerebralari paresu skjótari troytt. Tí er tað týdningarmikið at hvíla seg fleiri ferðir gjøgnum dagin.
Sjálvsinnlit
Gjøgnum barndómin kann arbeiðast við at gera barnið tilvitað um sín serstaka hátt at læra – sonevnd psykoedukatión. Tað vil siga, at barnið lærir um sínar egnu veiku og sterku síður.
Meistran
Tað vil gera barnið ført fyri í støðugan mun at finna nýggjar framferðarhættir, nýggjar ‘uppskriftir’ uppá, hvat hjálpir honum ella henni í sovorðnum umstøðum.
Til dømis um barn títt skal gera burgarar til nátturða. Tað er ein einfaldur rættur, men sum er samansettur av fleiri lutum og arbeiðshættum, sum man skal minnast (skera tomatir, skera agurkur, seta ketsjupp og sinnop á borðið o.s.fr.).
Barn títt veit, at tað er trupult at varðveita yvirlitið, og hevur tí frammanundan skrivað alt niður, sum tað skal minnast at gera, og sum leypandi verður strikað út, tá uppgávan er loyst.
Eg klári ikki at varðveita yvirlitið
Eg hevði so trupult við at skilja, hvat eg las, og hevði trupult við at hugsavna meg og bleiv lætt órógvað. Men so fekk eg viðmælt eina handiphone, og tað er nú mín besti vinur. Hon sigur frá, tá eg skal busta tenn, smyrja matpakka, eta, fara avstað og so framvegis. Øll tey smáu og praktisku tingini, sum annars kóka saman til ein ruðuleika í høvdinum.
Lise, tænastustarvsfólk í einum matvøruhandli