Tann góða tilgongdin fyri børn og ung við Cerebralari Paresu

CP Føroyar tekur undir við CP-rapportini hjá danska Socialstyrelsen og CP Danmark um, at gransking og royndir innan CP økið, vísa greitt, at persónar við Cerebralari Paresu tørva eina skipaða tilrættalagda tilgongd, sum er tvørfaklig og tvørgeiralig.

Vegleiðing til foreldur og mynduleikar

CP Danmark hevur sett sjey tilmæli saman úr CP-rapportini at vera fyrimynd fyri einari góðari tilgongd fyri børn og ung við Cerebralari Paresu. Vit í CP Føroyar eru sannførd um, at vit eisini í Føroyum at skipa eina Góða tilgongd fyri børn og ung við Cerebralari Paresu eftir sama leisti.

Vit í CP Føroyar heita á mynduleikarnar at seta seg í samband við okkum hesum viðvíkjandi.

Tey sjey tilmælini eru hesi:

Rættstundislig tvørfaklig útgreining

Tað hevur avgerandi týdning, at eitt barn, sum fær diagnosuna Cerebrala Paresu- ella tá tað er mistanki um Cerebrala Paresu – skjótast gjørligt fær eina gjølla tvørfakliga útgreining av sínum førleikastøði.

Hendan rættstundisliga og gjølla útgreinanin er fortreytin fyri, at fakfólk til rætta tíð kunnu staðfesta støði/styrki av teimum kompleksu fylgjunum og seta inn við teimum best møguligu innsatsunum. Tað verður tí tilmælt, at “stundislig útgreinan av barnsins førleikastøði verður raðfest høgt.

Socialstyrelsen mælir til at: 

Øll børn, ið fáa sett diagnosuna Cerebrala Paresu, ella har tað er illgruni um Cerebrala Paresu, fáa beinleiðs eftirfylgjandi eina fysio- og ergoterepeutiska útgreining.

Øll børn, ið fáa sett diagnosuna Cerebrala Paresu, ella har tað er mistanki um Cerebrala Paresu, fáa eina neuropsykologiska kanning so tíðliga sum tilber, og seinast, tað 5. árið áðrenn barnið fer í skúla.

Øll børn, ið fáa sett diagnosuna Cerebrala Paresu, ella har tað er mistanki um Cerebrala Paresu, verða útgreinað fyri samskiftis og málsligar avbjóðingar, so skjótt, ið tað er mistanki um, at barnið ikki mennir aldursvarandi samskiftis førleikar.

Stundisligur heildar innsatsur

Tað hevur týdning, at tann rætti innsatsurin verður settur í gongd í beinleiðis framhaldi at útgreingini. Tað eisini týdningarmikið, at tað verða sett greið mál fyri framgongd í samband fyri hvørt einstakt barn – og tann samlaða innsatsin, eins, at tey settu málini motivera og geva meining fyri barnið og familjuna.

Fyri børn við kompleksum fylgjum av CP er oftað tørvur á fleiri ymiskum innsatsum, rættaður í móti ymiskum førleikatarni. Í tí sambandinum, hevur tað týdning, at tað verður gjørd ein gjølla ætlan fyri, nær og hvussu, arbeitt verður við teimum ymisku økjunum.

Socialstyrelsen tilmælir, at tað í samband við einum “tíðliga”/stundisligum tvørfakligum innsatsi av barninum, verður sett inn við málrættaðum innsatsum rættað í móti motorisku, kognitivu og samskiftis førleikatarni við atliti á menning av/ kompensatión fyri niðursettum/ manglandi førleikum.

Leypandi uppfylging um barnsins framgongd

Gjøgnum javna tvørfakliga útgreining, eigur tað at vera fylgt upp á barnsins menning, og um teir ítøkiligu innsatsirnir hava tilætlaðu ávirkanina.

Fyri børn við kompleksum fylgjum av CP verður tað tørvur í gjøgnum barndómin á, at innsatsir javnan verða tillagaðir,  nýggj mál staðfest, ella at nýggir innsatsir vera valdir.

Somuleiðis er tað týdningarmikið, at barnið og familjan uppliva samanhang og kennir seg aftur í tilgongdini. Socialstyrelsen tilmælir, at tað javnan verður fylgt upp á barnsins framgongd, og at allir innsatsir javnan tillagast, so barnið allatíðina verður møtt við bestu møguligu samansettu innsatsunum.

Socialstyrelsen tilmælir, at tað til eina og hvørja tíð verður tikið atlit til barnsins “søgu”/hendingagongd, tá tað í yvirgongdum skal samansetast nýggir innsatsir til barnið.

Tað er t.d. týdningarmikið, at barnið ikki verður møtt við broyttum innsatsi og metodum, tá skift eru (t.d. frá dagstovn til skúla), orsaka av manglandi vitan hjá nýggjum fakfólki. Men, at man fastheldur verandi vælvirkandi mátar/tilgongdir, so leingi, tað gevur meining fyri barnið og vísa effekt.

Innsatsir rættaðir í móti venjing av førleikum og kompensatión

Børn við kompleksum fylgjum av CP hava vanliga tørv á nógvum ymiskum innsatsum, ið rætta seg í móti at menna og viðlíkahalda funktiónsførleikan.

Tað er týdningarmikið, at tað í sambandi við at gera málsetningar og ætlanir um innsatsir, eisini verður støða tikin til, hvørjir førleikar, ið skulu mennast gjøgnum venjing, og hvørjir, ið skulu stuðlast og mennast í gjøgnum kompensatión.

Tað er í hesum samanhanginum týdningarmikið, at foreldrini og barnið eru nógv lutakandi í at leggja ætlanirnar fyri at tryggja, at tey menningar mál, ið sett verða, geva meining fyri barnið. Í nøkrum umstøðum kann tað verða meira týðandi at kompensera barnið fyri ein niðursettan førleika enn at venja førleikan.

Socialstyrelsen tilmælir:

Hugsast skal bæði í venjandi og kompenserandi innsatsum, so barnið tíðliga í tilgongdini kompenserast fyri niðursetum/manglandi førleikum og soleiðis fær møguleika at menna seg gjøgnum luttøku í teimum aktivitetum, eitt vanligt barnalív eisini umboðar.

Innsatsir, sum rætta seg í móti venjing, tilrættaleggjast, so hædd verður tikin fyri, at barnið samstundis kann liva eitt so vanligt barnalív sum til ber.

Innsatsur við familjuni í miðdeplinum

Familjan kring barnið við kompleksum fylgjum av Cerebralari Paresu hevur ein avgerandi leiklut í tí dagliga í mun til at stuðla undir barnsins venjing av førleikum, barnsins meistran av egnum førleikatarni eins og barnsins trivna og lívsgóðsku.

Diagnosan Cerebral Paresa kemur ofta sum eitt yvirraskilisi fyri foreldrini, og tey hava sum væntað tørv á ymiskum sløgum av stuðli, vegleiðing og innsatsum fyri at kunna meistra tað óvæntaðu støðuna og nýggja foreldra leiklutin, á bestan hátt.

Socialstyrelsen tilmælir:

Í so stóran mun, sum tilber, verður stuðlað upp um gerandisdagin hjá foreldrunum, so familjan kann fáa nøktandi fortreytir fyri einum góðum familjulívi. 

Foreldrini verða stuðla at finna íblástur hjá og deila royndir við foreldur í somu støðu, t.d. í gjøgnum luttøku í netverki.

Foreldrini verða stuðla at meistra tað óvæntaðu uppgávuna, sum tað er at stuðla, menna og uppdraga eitt barn við týðandi førleikatarni.

Samskipan

Flestu børnini, ið hava kompleksar fylgjur av Cerebralari Paresu, hava tørv á innsatsum tvørtur um sosial-, heilsu- og undirvísingaøkið.

Socialstyrelsen tilmælir:

Kommunan átekur eina proaktiva samskipandi funktión við jøvnum uppfylgingum og samskipan av innsatsunum kring barnið og familjuna.

Fakfólk við ábyrgd á ávísu økunum er í jøvnum samskifti við hvønnannan og samskipa tann samlaða innsatsin til barnið.

Kommunur umhugsa fyrimunir við at gera samstørv við aðrar kommunur ella onnur økistilboð, so høgt spesialiseraðir innsatsir til børn við kompleksum fylgjum av cerebralari paresu vera grundfestir í einum skikkaðum vitanarumhvørvi.

Vitanargrundað praksis 

Børn við kompleksum fylgjum av Cerebralari Paresu hava brúk fyri einum høgt spesialiseraðum innsatsi á fleiri økjum. Útgreining og samanseting av innsatsum til hesi børn krevur tískil atgongd til nýggjastu vitanina á galdandi økjunum.

Socialstyrelsen tilmælir:

Kommunur, sum møta børnum við kompleksum fylgjum av Cerebralari Paresu, tryggja sær, at tær hava atgongt til aktuella/dagførd høgt spesialiseraða vitan og um neyðugt, inndraga vitan uttan fyri kommuna fyri at lyfta uppgávuna.

Fakfólk vera javnan bjóðað førleika menning, so tey hava dagførda vitan um innsatsir til børn við kompleksum fylgjum av Cerebralari Paresu

Kommunan inndregur “Den national videns- og specialrådgivningsorganisation (VISO)”, tá kommunan hevur tørva á øktari vitan um, hvussu innsatsurin til barnið kann tilrættileggjast.

CP Føroyar ynskir at leggja afturat, at vit eru tøk at vegleiða og vísa víðari til hvar servitan um Cerebrala Paresu fæst.

Keldur:

https://www.cpdanmark.dk/

https://www.cpdanmark.dk/media/380148/guide-til-gode-indsatser-for-boern-og-unge-med-cerebral-parese.pdf