Seinfylgjur

Cerebral Paresa gerst ikki verri – ella ger hon?

Vanliga verður Cerebral Paresa sæð sum ein heilaskaði, sum ikki gerst verri, og í størsta mun er viðføddur (90%) ella sum tekur seg upp í samband við føðing ella stutt eftir (10%).

Tað er rætt, at heilaskaðin, sum hevði við sær Cerebrala Paresu, ikki gerst verri við aldrinum. Men avleiðingarnar av at liva við ymiskum stigum av breki, sum heilaskaðin gevur, setur síni spor við aldrinum. Tað er ein stórur vandi fyri, at menniskju við Cerebralari Paresu fáa seinfylgjur av teirra breki.

Tað kropsliga slitið og seinfylgjur

Eitt menniskja nær sítt hægsta kropsliga avriksstig mitt í 20’num, og síðan minkar støði stig fyri stig við uml. 1% um árið. Tað, at gerast gamal er tískil ein gongd, sum leiðir til millum annað niðursetta vøddamongd, skerda perceptión og viknan av immunskipanini. Tann veruliga ellin hendur, tá avriksstigi er minkað til 40% av mesta kapasitetinum. Tað hendur vanliga um 75 ára aldur.

Fyri menniskju við breki er ellisgongdin ofta nógv skjótari. Gransking hevur víst, at menniskju við breki eldast við heili 1,5 – 3% um árið. Tað merkir, at menniskju við breki eru í vanda fyri at raka tað kritiska markið fyri aldurdómi 40% skjótari enn menniskju uttan brek. Tað er harvið vandi fyri, at menniskju við cerebralari paresu í mun til teirra kropsligu avriksstig raka aldurdómin í einum aldri av bert 50 árum.

Hjá menniskjum við Cerebralari Paresu er eisini vert at hava í huga, at gerandisdagurin fyri nógv er eitt langt kropsligt elituavrik, sum gongur fyri seg 365 dagar um árið.

Vøddarnir eru í gongd alt samdøgrið, og tað er eingin møguleiki fyri hvíld og endurbygging. Samstundis er vandi fyri belastningsskaðum vegna feilstøður.

Tað er tó stórur munur á, hvør verður raktur av seinfylgjum, og nær tað hendur. Tað skyldast helst einum samanfalli av genetiskari dispositión, stig av breki og lívsstílsrelateraðum faktorum sum t.d. føðslu og rørslu.

Nakrar av teimum mest vanligu seinfylgjunum av Cerebralari Paresu eru: Pína, niðursett vøddastyrki, misskaptir liðir, møði og minni flytføri (mobilitet).

Harafturat fáa vaksin við Cerebralari Paresu sjálvandi somu sjúkur sum onnur vaksin. Men nakrar sjúkur eru oftari hjá menniskjum við Cerebralari Paresu. Tað eru t.d. nógvir smærri, men oftari trupulleikar við maga/tarmum (56%), urinvegum (49%) og tonnum (43%).

Pína

Fyri menniskju við Cerebralari Paresu er pína ein stórur trupulleiki. Kanningar hava víst, at uml. 84% hava pínu. Til samanbering hava 25% av tí vaksna amerikanska fólkinum pínu.

Pína hjá menniskjum við Cerebralari Paresu skyldast ofta ovbyrjing og feilstøður av vøddum og beinum. Tað eru bæði ovbyrjing og manglandi brúk av kroppinum, sum hevur við sær pínu. Oftast er tað vødda-, bein- og liðpína, sum eru varandi hjá í minsta lagi 1/3, men møguliga hjá tvær ferðir so nógvum. Liðpína (gikt) – sum uml. 27% eru plágaði av – er í høvuðsheitum ein trupulleiki av ovbyrjing.

Pínan er staðsett í mjadnum, knøum, fótum, kokuskeivleikum, ryggskeivleikum (scoliose), úrskepandi broytingum í geislaraði og kontrakturum (trupulleikar við at strekkja liðið út) sum heild.

Mjadnapína er sjáldsom hjá gangandi við Cerebralari Paresu.

Niðursett vøddastyrki og misskaptir liðir

Ovbyrjingarsjúkur, sum eru íkomnar av overving, kunnu hava við sær kleimdar nervar – við veikleika, lamni og pínu sum avleiðing. Hetta sæst bæði í ørmum og beinum, men eisini í geislaraðnum við trýsti á nervarøtur ella enntá í mønuna.

Tey flestu beinbrotini eru ikki traumatisk, men standast av ávirkanum, sum ikki vildu havt við sær brot í vanligum beinum. Hesi beinbrot standast tískil ikki av brádligum óhappum sum fall ella líknandi. Tað kann harafturímóti standast av eini samanseting av beinbroyskni (knogleskørhed) og kontrakturum. Beinbrot niðarliga á lærbeininum eru mest vanlig. Beinbrot kann eisini koma av óflytføri (immobilitet) og vantandi endurvenjing eftir skurðviðgerð.

Sjúkligar við dyskinesi, serstakilga fólk við dystoni, eru serliga útsett vegna áhaldandi, skeivvríggjandi rørslu av hálsinum. Støðuloysi í hálsinum kann harafturat hava við sær diskusprolaps og útvøkstur á beinagrindini.

Møði

Møði er kend frá øðrum varandi neurologiskum sjúkum sum t.d. sclerose, polio og vøddasjúkum. Í norskari spurnablaðakanning av 406 sjúklingum við Cerebralari Paresu sást, at kropslig møði er nógv meira útbreidd millum fólk við CP enn millum fólk sum heild. Møðin var týðuligari við aldrinum, ella um viðkomandi hevði lítla ella onga kropsliga rørslu. Harumframt tá sjúklingurin hevði almennar heilsutrupulleikar, sum t.d. pínu og ónøgdsemi við lívið.

Harafturat er tað væl skjalprógvað, at fólk við Cerebralari Paresu hevur 3-5 ferðir størri orkunýtslu við rørslu enn fólk sum ikki hava kropsligt brek, tá súrevnisupptøkan og -nýtslan verða mátað. Ein natúrlig avleiðing av hesum vil sjálvsagt verða møði.

Minni flytføri (mobilitet)

Við aldrinum eru tað fleiri, sum gevast at ganga og standa. Áðrenn 18 árs aldur ganga 44%, meðan einans 22% av teimum vaksnu ganga. Tað kunnu vera fleiri orsakir til, at nógv gevast við at standa og ganga, tá tey verða vaksin. Tað kann koma av ótryggleika og ótta fyri at detta. Tað eru eisini nógv sum gevast vegna pínu. Men talan er um ein ónda ringrás: Vantandi kropslig rørsla hevur eisini pínu við sær. Pínan sjálv hevur við sær lækkandi rørslu og vanda fyri tunglyndi, sum aftur hevur við sær pínu og mótfalnan hugburð.

Men tað er eisini vert at leggja til merkis, at nógvir koyristólsbrúkarar ofta undra seg yvir, hví tey ikki valdu koyristólin fyrr, tí tey hava tað betri í honum. Tey hava brúkt nógva orku at halda seg í gongd, og tað kann tí følast sum ein lætti, tá tey geva skarvin yvir. Tá koyristólurin er valdur, er tað tó sera týdningarmikið at halda seg í form, so tað kropsliga avriksstøði so vítt gjørligt verður varðveitt.