Norðurlendska samstarvið CP Norden
CP Norden er eitt netverkssamstarv í millum CP feløgini í Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki og Føroyar.
Endamálið er at miðla royndir á CP-økinum, spreiða vitan og í felagsskapi menna nýggjar heilsufakligar, sosialar og upplýsandi aktivitetir, sum gagna menniskjum við CP – bæðu vaksin og børn – og familjum teirra.
Meginparturin av samskiftinum fer fram á alnetinum. Tó verður ein árligur fundur planlagdur, sum verður hildin upp á skift í teimum ávikavísu lutakaralondunum.
Útgangsstøðið er eitt avtalað evnið, sum hevur áhuga í øllum londunum. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá hvørjum lutakaralandi, fyrireikar innihaldið í fundinum.
CP-feløgini rinda sjálvi fyri sína luttøku í aktivitetunum, og fyrisitingin av netverksbólkinum gongur upp á skift. “Nordens Velfärdscenter” hevur stuðlað samstarvinum fíggjarliga flestu árini.
Arbeiðsbólkurin í CP Norden í ár
Føroyar: Súsanna á Váli og Poula Reinert Olsen nevndarlimir í CP Føroyum
Danmark: Frands Havaleschka, samskiftisstjóri í CP Danmark
Ísland: Eiður Welding, næstformaður í CP Ísland og Rut Thorsteinsdóttir limur í CP Ung Ísland
Noreg: Eva Buschmann, aðalskrivari í CP felaganum í Noreg
Svøríki: Linda Sandstrøm og Susanne Sandstrøm, nevndarlimir í CP Svøríki
Samlað skrá og evnir á CP Norden fundum
2010: Gøteborg, Svøríki: Stovnandi fundur
2011: Bergen, Noreg: Kognitivar avbjóðingar og viðgerð
2012: Reykjavík, Ísland: Hjálpartól
2013: Keypmannahavn, Danmark: Kognitión og hjálpartól
2014: Stockholm, Sveríki: Arbeiði og samleiki + ungdómsstevna
2015: Skálavík, Føroyar: Mítt lív – mín ábyrgd – uppdómsframløga
2016: Oslo, Noreg: Tá førleikatarnið einans er lítið sjónligt
2017: Grindavík, Ísland: Yvirgongdin frá ung til vaksin
2018: Høje Taastrup, Danmark: Status á viðgerðarmøguleikartatus
2019: Stockholm, Svørríki: Fokus á ASK
2020: Avlýst orsakað av Covid-19
2021: Tórshavn, Føroyar: Hjálp at seta CPOP í gongd
2022: Oslo, Noreg: Lætt CP – hvat gera vit fyri bólk I og II?
2023: Reykjavík, Ísland: Eldri (50 ár+) menniskju við CP