Foreldur stuðla øðrum foreldrum

CP Føroyar ynskir at frætta frá foreldrum til børn við CP um tey hava tørv á einari CP mentorskipan til foreldur.

Ein CP foreldramentor í hesum sambandinum, er at eitt foreldur hjá barnið við CP, kann gerast ein stuðul, sparringspartnari og vinur hjá einum foreldri, sum tørvar hjálp við CP relateraðum avbjóðingum.

Foreldur, sum hava áhuga at hoyra nærri, bæði um at fáa ein mentor ella gerast mentor, eru hjartaliga vælkomin at senda okkum ein teldupost á cp@cp.fo. (Neyðugt er at vera limur ella at tekna seg sum lim í CP Føroyum).