Skúlabyrjan, tá barnið hevur Cerebrala Paresu

Skúlabyrjan

Eins og við dagstovnabyrjan, er tað er oftast ein fyrimunur at byrjað tilgongdina upp á skúlabyrjan í góðari tíð. M.a. at fáa dialog og samstarv við mynduleikarnar tíðliga í tilgongdini. Tann góða tilgongdin fyri børn og ung við Cerebralari Paresu er hent í hesum føri.

Tú kanst væntað, at tú skalt yvirføra servitanina um títt barn við Cerebralari Paresu, og innheinta úttalilsir frá serfrøðingunum, sum kenna títt barn. T.d.:

  • Barnalækna, barnaneurolog, barnaortoped
  • Barnafysio- og ergoterapeut, sum hava ábyrgd á Landssjúkrahúsinum
  • Barnafysio- og ergoterapeut, sum venja og vegleiða í gerandisdegnum
  • Barna- ella neurosálarfrøðingi

Skipað samstarv og netverksfundir

Eitt sera gott amboð er at hittast við skúlan, tíðliga í tilgongdini, til “netverksfund” og umrøða støðuna og tørvin. M.a. fyri at staðfesta nøktandi skúlatilboð. Tað er eisini sera gagnligt, at “netverkið” hittist regluliga at uppfylgja gongdini og tillaga eftir tørvi.

Netverkið kann t.d. vera, umframt foreldrini og skúlan

  • Barnafysioterpeutur
  • Barnaergoterapeutur
  • Sernám (s.s. talulærari)
  • Heilsufrøðingur
  • Málsviðgerði í Almannaverkinum
  • Ábyrgdar fysio- og ergoterapeut á Landssjúkrahúsinum