Ungdómsfeløg uttanlands
CP Ung

Danska CP-felagið hevur felagið CP UNG, ið vendir sær til tey, ið eru 15-36 ára gomul. Tey skapa møguleika fyri at hitta onnur ung við CP. Hetta bæði við at hava eitt stað á netinum, har ein kann koma í samband við og lesa ymiskt, ið kann røra seg hjá ungum við CP eitt nú um útbúgving, sex osfr.

Til ber eisini at lesa um tiltøk, ið tey skipa fyri í Danmark, har møguleiki er at møtast við øðrum, ið hava CP.

Heimasíða: CP Ung til unge med cerebral parese

Facebook: CP Ung | Facebook

Instagram: ungmedcp

Elsass Fonden

Í Danmark er ein stovnur, ið skipar fyri tiltøkum fyri fólk við CP. M.a eisini ungdómstiltøk. Til ber at fylgja við á heimasíðu og á teirra facebook síðu.

Elsass Fonden

Noreg

Norska felagið fyri Cerebral Paresu hevur heimasíðu, har ymiskt er at lesa um ung við CP

Síðurnar eru deildar í aldursbólkarnar:

Ung 10-18 ár.

Ung 18-30 ár