Stovnar

Almennir stovnar, sum varða av børnum og ungum við Cerebralari Paresu

Heilsuverkið – Landssjúkrahúsið

Barnadeildin og barnafysio- og ergoterapiin hava heilsufakligu ábyrgdina av heilsustøðuni hjá børnum við Cerebralari Paresu. Tey samstarva við barnaortoped og barnaneurolog frá Ríkissjúkrahúsinum, umframt bandagist frá Sahva.

Tey kunnu, eftir tørvi, vísa víðari til m.a:

  • Barna kostráðgeva
  • Oyralækna
  • Eygnalækna
Heilsuverkið – Klaksvíkarsjúkrahús

Petø venjing, sum er intensiv venjing í bólki fyri børn við rørslutarni tvær ferðir árliga í 3 vikur.

Privatir viðgerðarar

Vanligt er hjá børnum við Cerebralari Paresu at hava langtíðar tørv á motoriskari venjing, eftir útskriving frá Landssjúkrahúsinum. Foreldur kunnu við ávísing frá serlækna, seta seg í samband við privatar viðgerðarar, s.s. fysio- og ergoterapi, og søkja um at fáa útreiðslurnar rindaðar av Heilsutrygd og Almannaverkinum.

Gigni

Gigni er heilsufrøði til børn og ung. Børn, ung og familjur við serligum tørvi, hava ein lógartryggjaðan rætt, til eina víðkaða tænastu frá heilsufrøðinginum. M.a. børn og ung, ið bera eitthvørt brek/sjúku, varandi ella eitt tíðarskeið. 

Heilsutrygd

Heilsutrygd er føroyska heilsutryggingin og veiting av tilskotum. M.a. kann serlækni gera ávísing til góðkenda viðgerð, s.s. fysio-, ergoterapi ella sálarfrøðing, sum so Heilsutrygd rindar tilskotspart av.

Almannaverkið

Almannaverkið er almenna sosiala veitingartænastan í Føroyum. Almannaverkið hevur ávísar møguleikar at stuðla teimum, ið bera brek ella eru varandi sjúk. M.a. kann Almannaverkið rinda írestandi viðgerðarpartin, sum Heilsutrygd ikki rindar av t.d. fysio- ella ergoterpi. Annað, sum Almannaverkið kann stuðla fíggjarliga við:

  • Hjálparráð
  • Hjálpartól
  • Avlamisbilur
  • Bústaðarbroytingar
  • Meirútreiðslur: fíggjarlig hjálp til tær meirútreiðslur, sum standast av, at barnið hevur brek ella varandi sjúku
  • Inntøkumissur: fíggjarlig hjálp til tann inntøkumiss, sum stendst av, at barnið ber brek ella hevur varandi sjúku
  • Persónligur stuðul: hjálp til at klára sín gerandisdag
  • Vardir bústaðir: bústaður til fólk, sum ikki klára at búgva einsamøll
  • Frítíðartilboð: fyriskipanir til børn eftir skúlatíð og um kvøldið
  • Umlætting: styttri tíðarskeið á vardum bústað
  • Íbúð frá Bústøðum: Almannaverkið tillutar 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum til fólk við serligum bústaðartørvi
Sernám

Sernám veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar og skúlar, og foreldur, sum varða av børnum og ungum.

Sernám ráðgevur og ger metingar innan ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sersamskifti, sjón og talu. Harumframt er eisini lesiráðgeving til fólkaskúlan.

Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv millum hesi fakøkini í okkara samstarvi við stovnar, skúlar og foreldur.