Atkomumøguleikar
Matstovur

CP kann viðføra at krøv eru til atkomumøguleikarnar til t.d matstovur og wc. Á heimasíðuni hjá MEGD er eitt yvirlit yvir, hvussu atkoman er á ymiskum matstovum

Atkoma til matstovur (megd.fo)

Fylgjarakort

Um tú hevur tørv á, at hava fólk við tær til eitt tiltak, t.d eitt ítróttartiltak, so hevur tú møguleika fyri at søkja um fylgjarakort frá MEGD, soleiðis at fylgjarin ikki skal gjalda fyri luttøku tá tú vil luttaka á einum tiltaki. Listi er yvir støð, sum lata fylgjara inn ókeypis, um tú hevur fylgjarakort frá MEGD.

Har ber eisini til at lesa um at hava fylgjara við, tá ferðast skal uttanlanda:

Fylgjarakort (megd.fo)