Útbúgving

Øll hava rætt til eina útbúgving. Men fyri teg, sum hevur Cerebrala Paresu, kunnu verða nakrar eyka avbjóðingar, sum tú skalt verða varug/ur við. Fyri ein part teir fysisku atkomumøguleikarnir á útbúgvingarstaðnum, og fyri ein part teir kognitivu trupulleikarnir, sum tú møguliga stríðist við.

Tann kognitivi parturin av virkistarninum kann t.d. geva trupulleikar við at minnast, við hugsavningini og evnum tínum at leggja ætlanir og hava yvirlit. Tí kann tað vera av týdningi at fáa ein neuropsykologiska kanning, sum kann geva tær svar uppá nakrar av tínum avbjóðingum, sum tú kemur fram á, í mun til tann kognitiva partin av virkistarninum.