Í tannárunum byrjar ungdómslívi, har stórar broytingar henda kropsligt, mentalt og kensluliga. Hetta ger ungdómstíðina spennandi, men eisini trupla og ørkymlandi. Fólk við Cerebralari Paresu kunnu tá kenna avbjóðingar, sum fólk uttan Cerebrala Paresu ikki skulu hugsa um.
Tað er ymiskt, hvussu og nær vit koma í tannárini, men kropsliga broytingin er sum hjá øðrum ungum ofta tann fyrsta, ið gerst sjónlig. Tað eru ymiskar umstøður, ið hava ávirkan á, hvussu vit koma í tannárini. Men menningin verður ávirkað av, hvussu heilsustøða okkara er.
At hava Cerebrala Paresu kann gera, at vit hava øðrvísi orkubrúk og heilsuligar avbjóðingar, ið kunnu ávirka menningina í tannárunum.
Í miðal eru børn við Cerebralari Paresu minni og lættari enn onnur. Ein tannáringur við Cerebralari Paresu kann tí búnast seinni t.d kropsliga, og kann hetta fyri summi kennast flóvisligt.
Men, tað er týdningarmikið at vita, at tað eisini kann vera galdandi fyri onnur uttan Cerebrala Paresu. Tað er sera ymiskt, yvirhøvur, nær ung byrja at búnast í tannárunum, og hetta er púra vanligt.