Vinarløg

Grein um vinarløg í ungdómstíðini – greitt frá av Halvor Hanisch, ið hevur CP og er útbúgving sosiologur: Føroyskað úr norskum frá:  Venner og kjærester (cp.no)

Ymiskt ger seg galdandi, tá vit finna í vinarløg. Tað kann vera tilvildarligt, hvørjum vit koma í vinarlag við, men at taka tilvitaðið val kann eisini hava týdning fyri, hvørjum ein gerst vinur við og fyri hvat slag av vinarlagi, ein hevur.

Ein kann ikki siga yvirornað, hvussu tað er at vera ungur og at hava CP, tí tað vil altíð vera ymiskt frá persóni til persón. Óansæð so livir ein og hvør sítt egnað lív. Men gransking vísir tó á, at nógv – tó ikki øll – men nógv við t.d CP hava færri vinir enn nógv av teirra javngomlu hava.

Spegling

Fleiri, ið hava avbjóðingar vegna t.d CP kenna seg sosialt uttanfyri. Hetta kann vera orsakað av, at ein kennir seg ivandi, at sjálvsálitið ikki er gott, at ymiskir fordómar eru í einum sjálvum ella øðrum, ella at ein upplivir happing. Mett verður, at nógv av hesum kemur av spegling. Ígjøgnum alt lívið- frá tí vit eru pinkubørn og allanvegin uppeftir eru vit upptikin av at líkjast og spegla okkum í øðrum.

Tann ímyndin, ið vit hava av okkum sjálvum: ”hvør eg eri?” verður ikki kallaður samleikin uttan orsøk. At kenna seg sjálvan er eisini, at ein kennur seg aftur í øðrum og at kenna onnur aftur í síni egnu ímynd. At líkjast og spegla sær í øðrum er tí grundleggjandi fyri allar relatiónir og sambond og ikki minst fyri, hvørjum okkum dámar at vera saman við, hvar vit kenna okkum okkum heima og eins saman við, tvs eisini fyri, hvørjar vinir, ið vit finna saman við.

Í hesum er tí eitt samspæl við, at kenna seg aftur í summum, ið ein so kanska kemur í vinarlag við, men samstundis eisini at kenna seg atskildan frá summum, ið ein so ikki kennir seg, at hava til felags við ella at koma í vinarlag við.

Hetta samspælið heldur á alt lívið, men er serliga í tannárunum. Ikki bert vegnað, at tað er tá, at ein roynir at finna sín samleika- ”hvør eri eg”? Men eisini vegnað, at kroppur og kroppsmynd fær meir uppmerksemi enn annars.

Um ein hevur ein kropp, ið er øðrvísi enn hjá hinum, so kann ein kenna seg ikki at vera í ”bestu árum”, sum onnur annars gera tað, í sínum ungu árum. T.d eru gentur, ið ofta leggja stóran dent á, at líkjast sínum javnaldrum so nógv sum gjørligt, tá tað kemur til klædnamóta, sminku, kropsburð osfr. Tá nógv, ið hava CP, ikki kunnu taka lut í hesum at gera seg so líkan sum gjørligt, fáa tey skjótt ein leiklut sum tey, ið bara als ikki eru líka- á sama hátt sum javnaldrarnir.

Hetta sigur ikki bert nakað um hvørji ung við CP, sum oftast ikki gerast vinir við, men hetta sigur eisini nakað um, hvørji tey blíva vinir við. Tá kravið um at vera líka er so týdningarmikið- bæði í útsjónd, samfelagsliga og í tøttu sambondunum, so kunnu avbjóðingar við CP skjótt gera, at ein fellur uttanfyri, at kunna liva upp til hesi krøv.

Í hesum kann ein so síggja møguleikan og styrkina í, at tú sleppur undan og ert fríur frá, at skula liva upp til nakað ávíst, ið onnur eru noydd at stríðast fyri.

Sagt á annan hátt: tá tú sleppur undan, at skapa sambond við tey, ið tú ikki megnar at vera líka sum, so kanst tú finna vinir, ið geva tær loyvi at vera júst so, sum tú er. Og í hesum finna vit mynstrið, ið ger seg galdandi hjá teimum flestu tannáringunum og ungu, ið hava CP: at ein ofta hevur fáar vinir og ofta hevur ein serliga góðan vin, har tey vinarløgini, ið eru, ofta eru serliga góð og sterk.

Ávísir vandar

Tað eru ávísir vandar í hesum, harav í minsta lagi ein hevur við brekið hjá einum at gera. Útihýsan og fordómar- sum onnur ikki møta- brádliga koma til sjóndar sjálvt í góðum vinarløgum. Tað, ein helt seg vera felags um í einum vinarlagi, ið ikki hoyrir til vinarløg hjá t.d floksfeløgum, kann brádliga kennast so øðrvísi, at ein kennir frástøðu og er ivandi, sjálvt um alt byrjaði væl.

Eisini kunnu í tøttum relatiónum koma samskiftisavbjóðingar ið ger, at ein ikki kennir seg heilt aftur í tí, sum vinarlagið kanska byrjaði við. Hetta kann tó líknast við aðrar stórar og minni stórar sorgir, ið ein og hvør hevur við sær í lívinum, óansæð hvat tað er, ið kann skilja ein frá einum vinarlagi.

Ymiskt, ið ikki er øðrvísi fyri ung við CP

Næstan alt tað, ið komið er fram her- um at vera ungur við CP- kundi verði sagt um onnur ung eisini. Onnur ung hava eisini ymiskar vinir, onkran serligan góðan. Og vinarløg kunnu eisini koma í lag ímillum summi, har ein ikki kennir seg at hava til felags við ella speglar sær í.  Øll vinarløg kunnu broytast, styrkna og/ella vikna. Og øll kunnu koma í ta støðu, at tey ikki kenna seg hoyrdan ella skiltan av nøkrum. Hvussu tyngjandi tað enn kann vera- so virkar heilin hjá okkum altíð sjálvur.

Samanumtikið, so kann CP gera tað sama við vinarløg, sum tað kann gera í øllum øðrum lívsins umstøðum: tað ger nakað eyka og gevur øðrvísi fortreytir.

 Øll ung eru í støðuni, at tráða eftir og at vilja líkjast. Men um ein hevur t.d CP, so ger ein tað oftari. Øll ung eru tengd av at hava familju og vinir kring seg, men um ein hevur t.d CP, so er ein ofta meir tengdur at, ella tað er meir sjónligt, at ein má hava hesi kring seg.

Tað er á hendan hátt, at CP er, sum ein av lívsins mótsetningsliti (kontrastvæske).