Hvat er ein neurosálarfrøðilig kanning?

Ein neurosálarfrøðilig kanning verður gjørd av einum sálarfrøðingi, sum er serfrøðingur í, hvussu funksjónirnar í heilanum speglast í tonkum, kenslum og gerðum.

CP Føroyar meinar, at øll børn við CP eiga at fáa neurosálarfrøðiliga kanning gjørda og, at børn og ung verða endurkannað, sum tey eldast.

Mistrivnaður

CP Føroyar heldur eisini, at eitt barn við CP eigur at verða bjóðað eina neurosálarfrøðiliga kanning, tá tekin eru um, at barnið mistrívist í gerandisdegnum.

Eyðkennini fyri mistrivna kunnu verða, at barnið ikki finnur veg, skjótt blívur troytt, ikki megnar heilt einføld ting, sum at lata seg rætt í sokkar ella gongur inn í ting, sjálvt um einki bagir sjónini.

Ein neurosálarfrøðilig greining kann greiða, hvørjar ávísar kognitivar trupulleikar talan er um, og hvørji hjálpartól kunnu hjálpa við teimum.

Tann góða tilgongdin fyri børn og ung við Cerebralari Paresu

Neurosálarfrøðilig kanning er eitt sera týdningarmikið amboð at stuðla menningini hjá tí einstaka við Cerebralari Paresu. Hon veitir vegleiðing til foreldur og fakfólk kring barnið um hvussu barn skal møtast og hjálpast. Sí eisini undir Tann góða tilgongdin fyri børn og ung við Cerebralari Paresu.

Ein neurosálarfrøðilig kanning fyri børn er m.a.:
  • Samrøða við foreldrini
  • Samrøða við fakfólk, sum eru knýtt at barninum (lærarar, námsfrøðingar o.o.)
  • Fylla út standardiseraði og normbaseraði spurnabløð (foreldur og tættast knýttu fakpersónar)
  • Eygleiðing av barninum í barnagarði ella skúla/frítíðarskúla
  • Møgulig eygleiðing í heiminum
  • Kanning ið varar uml. 2 tímar – og fyri nógv í fleiri umførum
  • Seinni viðgerð av savnaðum dátum og skriva eina kanningarfrágreiðing
  • Afturboðan viðvíkjandi kanningarúrslitunum til foreldur
  • Afturboðan viðvíkjandi kanningarúrslitunum til fakfólkið/netverk sum er knýtt at barninum (har foreldrini eisini luttaka)
  • Møgulig afturboðan viðvíkjandi kanningarúrslitunum til barnið/tann unga – treytað av aldrinum á barninum.
  • Psykoedukatión og vegleiðing
  • Uppfylging