Viðtøkur
§ 1 Navn felagsins er CP Føroyar og heimstaður felagsins er Tórshavn.
§ 2 Endamál felagsins er:
- at bøta um korini hjá fólki við cerebral parese og líknandi lamningi
- at bøta um almennu umsorgina
- at økja viðgerðar møguleikarnar, herundir útvegan av viðgerðum og bústovnum
- at arbeiða fyri og hjálpa við upplæring, útbúgving, arbeiðsmøguleikum og røkt av fólki við Cerebral parese og líknandi lamningi
- at upplýsa og ráðgeva um brekini, uppruna og avleiðingar teirra
- at stuðla vísindaligari gransking, fyribyrging og viðgerð
- at luttaka í norðulendskum og altjóða samstarvi
§ 3 Limir:
Einstaklingar, húski, feløg og stovnar kunnu gerast limir.
§ 4 Limagjald:
Limagjald verður ásett á aðalfundinum.
§ 5 Lækna- og specialistráð:
Nevndin kann seta á stovn lækna- og specialistráð.
§ 6 Undirnevndir:
Nevndin kann seta undirnevndir at arbeiða við ávisum uppgávum.
§ 7 Aðalfundurin:
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki. Aðalfundurin verður hildin í apríl/mai.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið 1/3 av limunum ella ein meiriluti av Nevndini ynskja tað.
Boð um aðalfund verða send limunum skrivliga 14 dagar frammanundan, og verður aðalfundurin samstundis lýstur í føroysku fjølmiðlunum. Á sama hátt verður kallað til eykaaðalfund. Um neyðugt kunnu undantøk verða gjørd og eykaaðalfundur verða lýstur við styttri freist.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi eina viku áðrenn fundin.
Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Stendur á jøvnum verur formansins atkvøða avgerandi.
Aðalfundurin viðger hesi mál:
- Val av orðstýrara
- Ársfrágreiðing nevndarinnar
- Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar
- Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
- Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara
- Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
- Innkomin mál
- Ymiskt
§ 8 Styrið:
Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum vald á ársaðalfundinum.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.
Formaðurin og kassameistari saman tekna felagið.
2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur fara frá á fyrsta aðalfundi, á næsta aðalfundi hini 3 nevndarlimirnir og hin tiltakslimurin.
Nevndin eigur at hava minst 6 nevndarfundir árliga.
§ 9 Limatiltøk:
Minst 6 limatiltøk eiga at verða gjørd um árið.
Nevndin skipar fyri hesum tiltøkum.
§ 10 Almennir fundir:
Miðað verður ímóti einum almennum fundi um árið
Uppskot um evni til almenna fundin kunnu verða løgd fram á aðalfundinum.
§ 11 Roknskapur:
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
§ 12 Lógarbroytingar:
Uppskot til broyting av viðtøkunum skulu vera nevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin.
§ 13 Avtøka av felagnum:
Felagið kann bert verða avtikið um í minsta lagi 2/3 av møttu limumum greiða atkvøðu fyri tí á eykaaðalfundi, sum lýstur er sum aðalfundur við avtøku av felagnum á skránni.
Verður felagið avtikið, skulu ognir tess verða lagdar í grunn, sum verður stovnaður við tí endamáli at verða teimum í grein 2 nevndu at gagni.
Soleiðis samtykt á aðalfundi í Tórshavn hin 2. juni 2021.
Fundarstjóri:
Elna Dam Dahl-Olsen