_QQL9001

Hvussu nógv fólk hava CP í Føroyum?

Vit vita, at tað eru nógv børn, ung og vaksin við Cerebralari Paresu/spastiskum lamni (hereftir stytt CP) í Føroyum. Men orsaka av, at eingin skráseting er gjørd, er trupult at vísa á hvør tørvurin í Føroyum er.

CP Føroyar ynskir at koma í samband við fólk, sum hava CP fyri at:
  • Fáa hagtøl til vega 

Hagtøl eru týdningarmikil fyri at kunna vísa politisku myndugleikunum og øðrum sum varða av økinum á, hvussu nógv eru, ið kunnu fáa gagn av td. venjingartilboðið og nógvum øðrum.

  • Finna útav hvønn tørv fólk við CP í Føroyum hava 

Tørvslýsing er týdningarmikil fyri at CP Føroyar kann seta mál og arbeiða miðvíst útfrá hesi tørvslýsing, fyri at betra umstøðurnar hjá fólki við CP í Føroyum.

Um tú ella títt barn hevur CP kanst tú vinarliga boða okkum frá, við at skriva teldupost á cp@cp.fo.
Upplýs gjarna navn, aldur og hvar tú býrt.  

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.