_QQL9766

Skiftið frá barn til vaksin við CP

15. desember kl 16-17.15 (fø tíð) hevur Elsass eitt webinar um skiftið frá at vera eitt barn til at vera vaksin við Cerebralari Paresu. Málbólkurin er ung við Cerebralari Paresu og foreldur teirra, sum eru áhugaði at vita meira um hetta skiftið í lívinum við CP. Fakfólk eru eisini vælkomin, men skráin er løgd til rættis til ung við CP og foreldur teirra.

Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til á hesi síðuni hjá Elsassfonden.

Skalt tú, ella barn títt, inn í eitt skifti frá at vera barn til at vera vaksin við CP? Og vilt tú vita meira um , hvat onnur lýsa sum týdningarmikið í hesum skiftinum?

Skiftið frá at vera barn til at vera vaksin er ofta merkt av líðandi fysiskum og sosialum broytingum, samleikamenning og vaksandi sjálvbjargni. Fyri ung við Cerebralari Paresu (CP) og foreldur teirra, kann hetta skiftið vera merkt av nøkrum avbjóðingum og ótta, sum krevur stuðul og uppmerksemi.

Ein framløga verður um skiftið frá barni til vaksin við CP í mun til, hvat man skal vera uppmerksamur uppá, og hvussu familjan kann stuðla. Eisini fer Jakob Lorentzen at hava eina framløgu. Hann skal standa fyri at verkseta eina transitiónsklinik á BørneRiget, sum júst skal hava fokus á skiftinum frá barni til vaksin, tá ein hevur CP í mun til at kunna bjóða stuðul í tí gongdini.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.