_P0A9964

Aðalfundur 5. mai

Góðu limir og onnur áhugaði. Tað gleðir okkum at bjóða tykkum til aðalfundin hjá CP Føroyum hósdagin 5. mai kl. 18.30 í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 7 í Tórshavn.

Elisabet Rodby Bousquet, sum er granskari og professari á universitetinum í Lund, hevur ein online fyrilestur um CP í svenska heilsuverkinum. Fyrilesturin er um, hvussu ein felags leistur er gjørdur, har fakfólk innan heilsuverkið javnan kanna fólk við CP og rætta viðgerðina til.

Skrá verður annars sambært viðtøkunum. Eisini verður ein drekkamuður og hugnaligt prát.

Møguleiki er fyri at tekna seg sum lim á staðnum.

Møtið fjølment.

Vinaliga

Nevndin í CP Føroyum