IMG_7855 (2)

Aðalfundur hjá CP Føroyum

Tað gleðir okkum at bjóða tykkum til aðalfundin hjá CP Føroyum mikudagin 22. mars kl. 19.00 í kantinuni í Skúlanum við Løkin í Runavík.

Leif Olsen frá Almannaverkinum kemur at hava eina framløgu, har hann fer at tosa út frá teimum mest “vanligu” spurningunum tey fáa – bæði frá barnafamiljum, um arbeiðsumstøður og viðvíkjandi pensión.

Annars verður skráin sambært viðtøkunum. Eisini verður ein drekkamuður og hugnaligt prát.

Møtið fjølment.

Vinaliga
Nevndin í CP Føroyum

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.