_QQL8940

Altjóða CP dagur 6. oktober

Í dag, 6. oktobur, verður altjóða CP dagur hátíðarhildin kring heimin.

CP stendur fyri Cerebral Paresa, ið er ein diagnosa, ið fevnir um ymisk menningar- og rørslutarn, sum standast av heilaskaða tíðliga í lívinum. “Cerebral” merkir “heili” og “paresa” merkir “lamni”. Hetta merkir, at lamnið kemur av skaða í heilanum. Heilaskaðin er varandi, men versnar ikki. Tó eru fleiri møguligar kompleksar fylgjur av at hava CP. M.a spastisitetur, rørslutarn, kognitivar og málsligar avbjóðingar. Eins og øll onnur eru persónar við CP sera fjølbroyttir, og ongin er eins.

Á heimasíðuni hjá World CP Day lýsa tey endamálið við degnum soleiðis:

Altjóða dagur fyri Cerebrala Paresu, 6. oktobur, er ein rørsla av menniskjum við CP og teirra familjum, og felagsskapunum, sum stuðla teimum, í fleiri enn 65 londum. Týdningarmikið er at heimurin fær kunning um CP við teimum avbjóðingum, ið CP kann hava við sær. At fólk við CP ikki eru eins og at virka verður fyri, at tey fáa rætta viðgerð og somu møguleikar, rættindi og atkomu, sum ein og hvør annar í okkara samfelag.

CP Føroyar er heitið á áhugafelagnum fyri føroyingar við diagnosuni Cerebral Paresa ella líknandi lamningi og onnur áhugað (fyrrverandi “Spastikarafelagið”)..

CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við CP, teirra familju og fakfólkini kring tey. Umframt hetta, ynskir felagið at hava ein aktivan og jaligan leiklut í almenna kunnleikanum um og fatanini av CP í Føroyum.

Meir kunning um CP kann síggjast á heimasíðu okkara www.cp.fo, har øll eisini eru vælkomin at melda seg sum lim í felagnum Gerst limur – CP Føroyar.

Virksemi hjá felagnum kann síggjast á heimasíðuni, á okkara Facebook síðu (CP Føroyar) og á okkara Instagram-vanga @cpforoyar.