Hjálpartól

Um barn títt hevur tørv á hjálpartólum, og tú ert í iva, hvørji tað hevði havt gleði av, so set teg í samband við Hjálpitól hjá Almannaverkinum ella Sernám, um tað eru hjálpartól til skúlabrúk. Tey kunnu hjálpa tær við hvørji hjálpartól, tú kanst fáa játtað, og hvørji tú sjálv/ur ella skúlin mást gjalda fyri.

Les meira á heimasíðuni hjá Almannaverkinum á deildini fyri Hjálpartól (https://www.av.fo/fo/utgjold-og-veitingar/hjalpartol-bilur-og-bustadarbroytingar/)

Her eru nøkur dømi um hjálpartól, umframt serlig skúlaborð og stól:

Fartelda og teldlar

Ein fartelda ella ein iPad eru hjálpartól, sum ofta verða brúkt, tí nógv við Cerebralari Paresu hava trupulleikar við fínmotorikkinum. Tað vil siga, at tað kann vera trupult og tíðarkrevjandi at skriva við hond. Og ting, sum taka langa tí, troytta. So um barnið skal brúka nógva tíð at skriva við hond er vandi fyri, at tað tekur yvirskoti og orkuna frá sjálvari innlæringini. Samstundis kann tað eisini minka um áhugan hjá barninum at skula gera nakað so leingi, sum man er seinur til, tá tað er uppgávuloysnin, sum er tað stuttliga.

Fartelda ein eisini eitt gott hjálpartól hjá børnum, sum lesa seint. Kunstig tala og ljóðbøkur kunnu verða eitt gott ískoyti. Tað vil siga, at barnið lesur sjálvt, so leingi tað orkar, og tá barnið er troytt, verður skift yvir til kunstiga talu. Samspælið millum at lesa sjálvur og upplestur frá telduni kann merkja, at barnið nær at lesa allan tekstin innan fyri ávísu tíðarrammuna.

Kalendarafunksjón og áminningar

Um barn títt hevur trupult við at planleggja og lætt missir yvirlitið, kann kalendarafunksjón við áminningum t.d. á eini fartelefon, vera ein góður stuðul. Tað vil siga, at barnið gerst vart við tær uppgávur, sum er galdandi tann dagin. Til dømis “Nú skalt tú ganga yvir til bussin” ella “Nú er tíð at busta tenn”.

Smartpen

Ein smartpennur er ein kúlupennur, sum tekur alt upp, sum man hoyrir og skrivar. Hann hevur bæði eitt myndatól og eina mikrofon. Tað vil siga, at tá ein næmingur skrivar viðmerkingar í einum søgutíma og skrivar orðið “árstal”, kann næmingurin seinni seta smartpennin á orðið “árstal” og hoyra, hvat lærarin segði júst har. Viðmerkingarnar kunnu eisini lesast yvir í ein teldil ella eina farteldu. Meira upplýsingar um smartpennin eru at finna á alnótini.

Serframleiddir oyraproppar

Cerebral Paresa kann hava við sær ljóðviðkvæmi, har fleiri ljóð samstundis t.d. í einum flokshøli ella í eini handilsmiðstøð verður tulkað sum larmur. Og hetta kann hava við sær, at barnið verður møtt. Her kunnu serframleiddir oyraproppar vera ein góð hjálp. Barnið vil framvegis hoyra, men plágandi ljóðini verða sáldað frá ella tálmaði.

Fyri at fáa serframleiddar oyraproppar skal barnið til ein oyra- næsa- hálsserfrøðing, sum ger ein hoyrikanning og eina hoyrikurvu, sum eru við til at avgera, hvussu ljóðdoyvandi oyrapropparnir skulu verða fyri at bøta um tørvin fyri at avbyrgja fyri plágandi ljóðini. Oyrapropparnir líkjast einum lítlum oyrasnigli.