Byrjanardeild: 0. – 3. flokkur

Børn, sum byrja í 0. flokki, skulu fyrst uppliva, hvat tað vil siga at ganga í skúla og blíva klár til at læra. Og kanska er barn títt púra klárt til tað og hevur ongan trupulleika við at fylgja vegleiðingini frá læraranum. Men tað kann eisini vísa seg, at barn títt hevur tørv á, at krøvini til hvat tað vil siga at ganga í skúla, skulu gerast eyka týðulig.

Gott at vita

Hevur barn títt kognitivar trupulleikar, er tað sera týdningarmikið, at lærarin skilir, hvørjar trupulleikar talan er um, so hann kann hjálpa við tí. Her eru dømi um nakrar loysnir:

Um barn títt lætt verður avleitt, kann tørvur vera á hjálp fyri at kunna hugsavna seg um tað, sum er viðkomandi – til dømis við at seta ein skerm upp í flokkinum, sum barnið kann sita aftanfyri, tá uppgávur skulu loysast.

Missir barn títt lætt yvirlitið, kann lærarin hugsa um at skapa yvirlit við at siga frá, hvat skal gerast, hvar og hvussu leingi. Summi børn hava gleði av eini yvirlitsætlan fyri dagin, har tey síggja virksemi og skiftini av teimum. Fyri onnur er tað ein hjálp at brúka kalendaran og áminningar á eini snildfon.

Hevur barn títt trupult við at skriva og tí skal brúka óneyðuga nógva tíð at skriva t.d. eitt einkult tal í eini rokniuppgávu, verður minni tíð og yvirskot til sjálva útrokningina. Tað er ikki skynsamt, tí útrokningin er tann týdningarmiklasta.

Lærarin kann loysa hetta við at velja, hvat er týðandi fyri barnið at arbeiða við í júst tí virkseminum. Um tað er sjálvt tað at duga at leggja saman og trekkja frá, kann tað hjálpa barninum at brúka teldu, ella við at ein hjálpari skrivar fyri hann ella hana.

Nógvar roknibøkur eru gjørdar við fleiri ymiskum sløgum av uppgávum og rokniháttum á hvørjari síðu. Um barn títt hevur trupult við at hugsavna seg í longri tíð, kann hetta fjølbroytni verða ein hjálp.

Hetta fjølbroytni órógvar eitt barn, sum hevur trupult við at skifta frá einum roknihátti til annan. So kann tað vera, at barnið ikki gevur sær far um, at uppgávuslagið er broytt frá pluss til minus og tí heldur á at leggja tølini saman.

Dømi um læringartrupulleikar

Kognitivir trupulleikar kunnu geva læringartrupulleikar. Summi børn við cerebralari paresu kunnu hava ávísar kognitivar trupulleikar, so at tey:

  • Hava trupult við at skriva tøl og bókstavir
  • Avleiðast skjótt av t.d. larmi ella sjónárini
  • Avleiðast skjótt “innanífrá” av virkisimpulsum ella tankum
  • Gjøgnumgangandi hava eina lægri arbeiðsferð
  • Hava trupult við at leggja eina ætlan og skipa uppgávur
  • Hava trupult við at skifta frá einum uppgávuslagi til eitt annað