Kognitivar avbjóðingar

– tann ósjónligi parturin av Cerebralari Paresu

Tá tosað verður um tey kognitivu evnini, verður tosað um tær sinnisligu tilgongdirnar í heilanum, sum geva okkum evnini at tosa, gjøllhugsa um, hugsa og loysa trupulleikar. Tey kognitivu evnini eru ymisk frá fólki til fólk, og vit hava okkara styrkir og veikleikar á ymiskum økjum.

Kognitiv evni og Cerebral Paresa

Summi børn við Cerebralari Paresu hava kognitivar trupulleikar. Tað er týdningarmikið, at tú veitst, hvørjar trupulleikar og avbjóðingar barn títt hevur, so lærarar á skúlanum kunnu hava hetta í huga. Men, eisini so at barn títt skilir, at hann ella hon ikki eru býttari enn onnur børn.

Barn títt er møguliga vegna heilaskaðan, sum jú er upprunin til Cerebrala Paresu, seinni at loysa eina uppgávu og skal hava hjálpartól til at loysa hana. Men kognitivir trupulleikar merkja ikki tað sama sum, at man ikki er fakliga dugnaligur.

Neurosálarfrøðilig kanning

Ein neurosálarfrøðilig kanning kann vísa, hvørjar kognitivar trupulleikar barnið hevur og um serstakar umstøður skulu verksetast fyri innlæringina. Her kanst tú lesa meira um kognitivar trupulleikar, og hvussu tú fært játta eina neurosálarfrøðiliga frágreiðing til barn títt.

3 góð ráð til skúlabyrjan

1. Vitja skúlarnar í nærumhvørvinum og kanna atkomumøguleikarnar

2. Set teg í samband við lærararnar frammanundan og gev teimum eina mynd av, hvør barn títt er – bæði styrkir og veikleikar. Sí eisini vegleiðing okkara, Tann góða tilgongdin fyri børn og ung við Cerebralari Paresu.

3. Hav eina framløgu fyri foreldrunum í flokkinum, t.d. á felagskunningarfundi, um brekið hjá barni tínum, men somuleiðis um persónmenskuna hjá barninum. Lær tey at síggja barn títt og ikki bert virkistarnið.