Upplýsing
Upplýsing til lærarar, vinir og foreldur
Tess meira lærarar, floksfelagar og hini foreldrini vita um barn títt, tess minni duldarfull gerst virkistarnið. Tað er tískil týdningarmikið, at tú ert opin um teir møguleikar og avmarkingar, barn títt hevur.
Legg dent á tað menniskja barn títt er og tær forðingar og avbjóðingar sum eru, so vinir og lærarar kunnu hjálpa við at loysa hesar.
Avtala við læraran at øll í flokkinum eru við til at práta um, hvat barn títt kann vera við til.
Her er eitt uppskot til eitt slíkt prát:
Hvat er Cerebral Paresa? Frágreiðingin skal vera ítøkilig og tillagað aldurin á børnunum. Í teimum smáu flokkunum kann høvuðsdentur við fyrimuni leggjast á hvat barnið kann og ikki kann.
Í teimum miðalstóru og stóru flokkunum kann frágreiðingin víðkast við orsøkini til virkistarnið, møguliga eftir eitt prát við tykkum foreldur, so tann rætta søgan verður fortald.
Líkheitir milllum børn við Cerebralari Paresu og onnur børn.
Hvussu er man ein góður vinur fyri barn títt?
Hvar heldur barn títt er gott at fáa hjálp við, og hvat vil hann ella hon klára sjálv/ur?
Fortel um barn títt
Til innleiðandi kunningarfundin á skúlanum hjá Tobiasi hevði eg frammanundan biðið um orðið við tí fyri eyga at greiða frá, at Tobias er ein heilt vanligur drongur – hann er bara føddur í einum eitt sindur øðrvísi kroppi.
Eg fortaldi eisini foreldrunum, at tey ikki skuldu tøva við at bjóða Tobiasi til barnaføðingardagar. Hann fer altíð at hava ein hjálpara við. Fyrstu ferð var tað eg, sum var hjálpari, og síðan tá hava øll foreldrini sagt, at tey uttan trupulleikar kunnu hjálpa Tobiasi runt sjálvi.
Caspar, pápi Tobias 11 ár
Happing
Vit menniskju hyggja at tí, sum er annarleiðis og onkuntíð peika vit eftir tí.
Men, um man sjálvur viðurkennir, at man er annarleiðis, tí man hevur eitt brek, og er opin um tað, so verða forðingar og fordómar skjótari brotnar niður. Men, tað krevur at bæði tú og barn títt viðurkenna virkistarnið.
Vandin fyri happing av børnum við breki minkar tá:
Lærarar og onnur foreldur í flokkinum eru um barnið sum ein javnverdan floksfelaga, og barnið er partur av felagstiltøkunum við somu ella tillagaðum fortreytum
Barnið hevur eina veruleikakenda mynd av sínum evnum – bæði kognitivt og kropsliga.
Foreldrini geva lærarum og øðrum foreldrum so nógva vitan sum gjørligt áðrenn skúlabyrjan
Lærararnir taka vinirnar uppí og geva rúm fyri, at tey opið kunnu spyrja um brekið hjá barninum
Viðurkenning og sjálvsvirði
Jú betri tú sum foreldur ert til at viðurkenna brekið hjá barni tínum, tess meira signalerar tú, at tað er heilt í ordan at síggja annarleiðis út enn fleirtalið ger. Støðan barn títt hevur við sítt egna brek byrjar hjá tær sum foreldur og er altavgerandi fyri sjálvsvirðið hjá barninum og veruleikakendu metingina av sínum egnu evnum, bæði kropsliga og kognitivt.
Fyribyrging av happing í skúlanum
Tað er týdningarmikið, at lærarin tekur floksfelagarnar uppí, so teir frá byrjan læra at taka atlit til barn títt. At taka floksfelagar uppí hevur víst seg at hava ein jaliga ávirkan á tað fakliga og sosiala lívið hjá einum barni við breki. Til dømis við at brúka “makkaraarbeiði”, har lærarin ger ítøkiligt, hvat uppgávan hjá makkaranum er, og hvussu makkarin kann viga upp ímóti virkistarninum hjá barninum.
Slepp undan happing
Alexander er ongantíð blivin happaður vegna brek sítt. Eg gjørdi eisini nógv burturúr at greiða frá um Alexander áðrenn skúlabyrjan, og eg deildi faldarar frá CP Danmark út umframt lænt barnabókina “Mamma, hví eri eg ikki sum hini?”, sum lærarin hevur lisið fyri flokkinum.
Bettina, mamma Alexander 9 ár
Trivnaður í skúlanum
Málið við at inkludera barn títt í einum vanligum skúla skal vera at tryggja honum ella henni best møgulig fortreytir fyri menning nú og í framtíðini.
Tað kann merkja, at lærararnir skulu fyrireika ítøkiligt virksemi í undirvísingini og í fríkorterunum, so barn títt fær bestu møguleikarnar fyri at luttaka, hóast rørsluligt og/ella kognitivt virkistarn, sum er. Til dømis at barnið fær eitt eyka “frípláss” í fangaspælinum, at dukkuspælið er eitt stað, har barn títt eisini kann koma, ella at skipa verður fyri spølum við fæstum reglum.
Tað handlar ikki um at niðurtóna munir, men um at skapa ein felagsskap, har man saman finnur loysnir. Um tað ikki er sjónligt at barn títt hevur Cerebrala Paresu, kann tað vera at vinirnir als ikki hugsa um virkistarnið.
Serlig atlit
Tað kann vera ein fyrimunur, men tað kann eisini vera ein vansi, at tað verður møðandi alla tíðina at skula liva upp til somu krøv sum vinirnir.
Hetta er serliga galdandi fyri tey børn, sum hava eitt milt rørsluligt brek og eitt týðandi fatanarligt brek. Strevið við alla tíðina at skula liva upp til (ov) høg krøv kann útlúgva og millum annað koma til sjóndar við, at hann ella hon skjótt gerast ill, óð ella kedd.