Hádeild: 7. – 9. flokkur

Í útskúlingini økjast krøvini enn meira til at arbeiða meira sjálvstøðugt og við størri uppgávum. Tað er ikki vist at tað er ein trupulleiki fyri barn títt.

Um barnið hevur kognitivar trupulleikar, hevur

tað tørv á hjálp og stuðli

Gott at vita

Útskúlingin setur enn størri krøv til lesing bæði sum hægri lesistøði og einum øktum vavi. Lesur barn títt seint ella hevur trupult við at snarlesa ein tekst, kann tað gerast torførari at fylgja við, um tað eru tíðarfreistir innan fyri ein undirvísingartíma. Her kann verða neyðugt at viga upp ímóti við eyka tíð, stytri teksti og beinleiðis undirvísing í lesistrategi og/ella læra barnið at brúka ljóðbøkur.

Tað er eisini týdningarmikið, at lærararnir eru varugir við, um brúk er fyri eyka tíð ella hjápartólum í sambandi við fráfaringarroyndirnar.