Screenshot 2021-10-05 at 13.18.01

CP Føroyar í GMF

Í morgun, týsmorgunin 5. oktobur 2021, vóru Katrin Jacobæus, forkvinna í CP Føroyum, og Malan K. Zachariassen, næstforkvinna, bjóðaðar við í sendingina, Góðan morgun Føroyar, í Kringvarpinum. Har greiddu tær frá um Cerebrala Paresu og um nýggja kunnandi filmin, sum CP Føroyar nýliga hevur lagt út.

Komið varð inná hvat CP í veruleikanum er og hvussu fólk fáa førleikatarnið. Malan Zachariassen, sum umframt at vera næstforkvinna í CP Føroyum, eisini er mamma at barni við CP, greiddi somuleiðis frá um hvussu CP ávirkar gerandisdagin hjá henni og familju hennara.

Lurta eftir samrøðuni her.