Lýsing

CP Føroyar limatiltak

Hóskvøldið 29. februar kl. 19 – 20.30 verður  hugnaløta og fyrilestur fyri vaksnum fólki við CP og fyri foreldrum/avvarðandi. Tað verður Jógvan Fríðriksson, bispur, sum fer at hugleiða m.a. um,  hvat eitt gott lív er. 

Vit bjóða kaffi, te og køkur afturvið vanligum práti um gerandisdagin, um avbjóðingar, tilboð og annað, sum felagið kann arbeiða víðari við.

Tiltakið er ókeypis.

Vit vóna, at mong koma – bjóðið øðrum við, um tit kenna fólk við CP ella avvarðandi teirra.

Stað: Megd–húsið, Íslandsvegur 10 í Havn

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.